Búmerki hjá Filadelfia
30. jan. 2024

Hetta fitta parið hevur havt gullbrúdleyp..

Fríggjadagin tann 26. januar, høvdu Gerd og Annfinn verið gift í 50 ár.

Tey vóru nevniliga gift tann 26. januar 1974, og varð brúdleypsveitslan í tá rættiliga nýggju hølunum hjá Filadelfia samkomuni.

Nú tey høvdu gullbrúdleyp, var Annfinn tíverri ikki heima, og varð Gerd signað av samkomuni sunnumorgun tann 28. januar.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við teirra stóra degi og Guds ríku signing.

Myndir.