Búmerki hjá Filadelfia
12. apr. 2024

Hann livir og vit skulu liva.

Hann livir og vit skulu liva

Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt. 2. Kor. 5, 17.

Vit hava arbeitt nógv við okkara samleika, hvørji vit eru í Kristusi, og hetta er ikki uttan grund, tí nógv trúgvandi liva enn undir lygnum fíggindans, at tey bara eru syndarar frelstir av náði. Tað er lættari at gera seg til eitt við tann falna Adam, enn við Jesus Kristus okkara upprisna Harra og frelsara.

Vit hoyra setningar sum: Eg eri bara ein gamal syndari, sum eri frelstur av náði. Nei, tað ert tú ikki, antin ert tú ein syndari, ella ert tú frelstur av náði, tú kanst ikki vera bæði.

Vit mugu fáa orðini – eg eri bara ein syndari – út úr okkara orðafeingi, tí ein andalig lóg sigur, at vit fáa tað, sum vit siga: „Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara“ stendur í Orðtøkunum 18,21.

 

Í Róm 4, 17 sigur -– Sum skrivað er:

„Eg havi sett teg til faðir at mongum tjóðum“ – fyri Gudi, sum hann trúði, Honum, sum ger hini deyðu livandi og kallar tað, ið ikki er til, sum tað var til.“ Vit fáa tað, vit áhaldandi játta. Hvussu ber tað til, at vit eru heilt nýggir skapningar. Jú, blóð Jesusar rann á Golgata og reinsaði okkum frá allari synd, vit eru fullkomuliga rein. Men Jesus gjørdi ikki bara enda á okkara synd, men á syndalikaminum, so syndin ikki hevur nakað vald á okkum longur. Tað stendur, at Gud setti okkum í Kristus, hin salvaða. (1.Kor. 1,30) Tá ið Gud hongdi Jesus á krossin, tað lýtaleysa lambið, sum ikki kendi til synd, so vóru vit sett í Kristus Jesus, hin salvaða, og vórðu soleiðis krossfest saman við Honum. Tá ið Hann triðja dagin reis upp frá deyðum, vóru vit uppreist við Honum. Tí eru vit ein nýggjur skapningur í Kristusi. Ein nýggjur skapningur merkir ikki nakað, sum er endurnýggjað, t.v.s. umvælt, pyntað uppá, men ein heilt nýggjur skapningur, sum er skaptur og ikki hevur eksisterað áður ella hevur verið áður. Vit mugu tó ikki misskilja, at hetta ger, at vit ongantíð fara at synda. Vit gera mistøk og synda til tíðir, men hetta broytir ikki veruleikan, at vit eru nýggir skapningar – alt ímeðan vit liva og endurnýggja okkara sinni til tann nýggja veruleikan vit liva í. Men nógv hugsa, hví stríðist eg við nógv tað sama, sum eg hevði at stríðast við, áðrenn eg var frelstur. Hetta er tí, at tann parturin av okkum, sum varð skaptur av nýggjum, er tað innara menniskja, okkara andi.

1. Pæt. 3,4: „Men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum erGudi ógvuliga dýrabart.“Okkara andi er okkara veruliga eg, í Bíbliuni verður tað ofta nevnt hjartað, sum er kjarnin í okkum. So sjálvt um andi okkara er heilt perfektur, so eru vit meira enn andi. Vit eru andi og hava eina sál og liva í einum likami.

1. Tess. 5,23 nevnir hesar tríggjar partar, har stendur: „Og Hann sjálvur, Gud friðarins, heilageri tykkum, øll sum tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra kkara Jesu Krist!“ Her síggja vit, at andin verður nevndur fyrst, síðani sálin og so likamið til seinast. Tað er ein orsøk til hetta. Kraftin í tí nýggja menniskjanum virkar innan ífrá og út. Tað byrjar í andanum. Sum vit endurnýggja okkara sinni til tað, ið er hent innan í okkum, so broytist okkara sál. Og sum vit meira og meira fata okkara nýggja samleika í Kristusi, so fara okkara tankar, orð, handlingar og okkara atburður at avspegla okkara nýggja samleika.

Róm 12,2 sigur: „Og berið tykkum ikki at sum hendan øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis  ykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er, hitt góða, dámliga og fullkomna!“ Vit hava Guds DNA, Kennet Cope land sigur hetta so væl: Um tú kundi hugt inn í teg sjálvan – at andanum, so hevði tú verið fullkomuliga bergtikin av tí tú sá, tí tú hevði sæð allar eginleikarnar hjá Gudi. Tú hevði sæð kærleika, gleði, frið, tol, treysti, uppreisnarkraft og dýrd. Tú hevði skiltm at eins og tú bleiv fødd / føddur við fysiskum DNA hjá tínum foreldrum, so ert tú føddur av nýggjum við andaligum DNA hjá Gudi. Eginleikarnir eru ikki fult búnir sum hjá einum barni, ið júst er føtt, sum hevur øll bein, gøgn, vøddar o.s.fr. sum síni foreldur, men bara minni. Vit hava longu alt tað, sum skal til, fyri at vit innanífrá og út kunnu gerast eins og Jesus. Okkara Faðir ynskir, at vit koma til Hansara fylt av gleði, við fullum áliti.

Sjálvt um hann er heilagur og hægstur,so kunnu vit koma til Hansara, inn í nærveru Hansara og hvíla uttan negativar kenslur og tankar um okkum sjálvi. Vit kunnu fullkomuliga njóta at vera saman við Honum, og Hann gleðist um okkum.

Mariann Jacobsen