Hvítusunnan – vónarinnar hátíð PDF Print E-mail
Sunnudagur, 26 Apríl 2009 13:27

 

Tað, sum sermerkti lærisveinar Jesusar, meðan Hann var hjá teimum, var teirra ráðaloysi og vánaliga skynsemi á tí, sum hendi rundan um teir, har sum Jesus var. Teir skiltu ikki kall Hansara til fullnar og misskiltu Hann eisini tíðum. Kortini trúðu teir, at Gud hevði sent Hann og at Hann var Frelsarin, sum koma skuldi í heimin.

Tá so tíðin var komin, at Hann skuldi ofrast, kom ráðaloysi teirra í hæddina og onkur av teimum royndi at tala Hann frá at fara til Jerúsalem, fyri at koma Honum undan vandanum, ið kom at standast av tí. Jú, teir elskaðu Jesus, men skiltu ikki kall Hansara, og vóru eisini bangnir at verða latnir eftir einsamallir. Í teirri tíðini vóru menn stignir upp, sum høvdu sagt seg at vera nakað stórt, men tá ið teir vóru burtur, var lærisveinaflokkur teirra farin fyri vág og vind, verri fyri enn nakrantíð.

Dagar duttu av degi og Guds tími nærkaðist. Offurlambið var búgvið til ofringina fyri synd heimsins. Í hesum døgum stóð nógv á lærisveinunum, tí teir skiltu ikki til fulnar hvat tað var, sum Gud gjørdi gjøgnum Son Sín.

Jesus kendi teirra torføru støðu, og tað var avbera ríkt at lesa seinastu samtalu og áminning Jesusar til lærisveinar Sínar. Hansara djúpi kærleiki til hesar menn, sum høvdu frásagt sær alt í lívinum, fyri at fylgjast við Honum. Hesir, sum andaliga vóru sum smábørn, sum einki skilja av tí, sum foreldur teirra byggja upp. Hann var noyddur at siga teimum frá, at hann mátti fara burtur, at Hann mátti doyggja. Men Hann troystaði teir við, at Hann skuldi ikki lata teir verða einsamallar eftir, tí Hann skuldi senda teimum ein talsmann at verða hjá teimum. Ein persón, sum kallaðist Heilagi Andin og sum er partur av tríeind Guds. Hesin persónur skuldi koma og taka bústað hjá og í teimum, og á tann hátt skuldu teir ikki vera einsamallir. Hann greiddi teimum frá hvussu teir skuldu bera seg at tá ið Hann var farin avstað.

 

Guds lyftir halda

Tá ið Jesus var dripin, var tað við sorg og mótloysi hesir menn tóku leiðina heim til húsar. Tað tóktist sum, at tað sama skuldi endurtaka seg, sum tað so mangan hevði hent, tá ein ella annar „guru“ var deyður. Lærisveinaflokkurin var við at sindrast.

Men tá hendi nakað, sum ikki var hent áður, hin deyði reis upp, sum Hann hevði sagt, og vísti Seg fyri mongum. Ja, ikki bert tað, Hann talaði við teir og át saman við teimum!

Tá fingu teir mót aftur, og teir fóru til staðið, har sum Hann hevði sett teimum stevnu.

Menniskjaræðslan var har enn, og teir læstu dyrnar av ótta fyri jødunum. Jødarnir hava ikki verið lættir at fingist við upp gjøgnum tíðirnar. Teir hava altíð forfylgt annarleiðis hugsandi og altíð staðið ímóti fyriskipanum Guds. Eitt harvunnið fólk sigur Gud um teir, og tí hava teir eisini liðið so nógv upp ígjøgnum øldirnar. Men ætlan Guds hevur aldri verið kollrend av jødunum ella øðrum menniskjum – Halleluja.

Teir sótu innanfyri læstar dyr tá Gud svaraði við stormi og eldi Sínum. Heilagi Andin kom og fylti teir allar og eftir tann dag vóru teir eins og hamskiftir. Teir stigu fram í dirvi, tóku Gud til vitni, og prógvaðu við Heilaga Andans kraft, at Gud hevði sent Jesus sum Frelsara heimsins. Og at Jesus hevði sent teir í Sín stað til at kunngera evangeliið um allan heimin, styrktir av persóninum, sum Jesus hevði lovað teimum – Heilaga Andanum – sum nú virkaði við hondum og munni teirra.

Frá at vera bangnir defensivir hermenn broyttust teir nú til at vera ágangandi offensivir hermenn. Teir sótu ikki meira innan fyri læstar dyr og royndu at verja borgina, nei, nú gjørdu teir regluliga álop á opið land fyri at ríva sálir úr hondum fíggindans. Teir traðkaðu á høvur Satans og knústu tað, har teir stigu fram. Teir stríddust og vunnu ævigan sigurskrans.

Frá at liva sum óvitandi børn í trúnni, broyttust teir til allvitandi tilbúnar hermenn, við andaligum svørði og brynju, óræddir hugdu teir fíggindan í eyguni og jarðløgdu hann har teir komu. Teir rivu menniskju úr snaru Satans, grøddu sjúk, hóttu og róku út illar andar, sum vit kveistra aðrar hundar frá okkum. Og andarnir vóru teimum lýdnir.

Hvat var loyndarmálið? Jú, loyndarmálið var Heilagi Andin og nærverða Hansara. Og tað er framvegis loyndarmálið, um vit skulu náa nálið í dag. Ikki við styrki og ikki við kraft, men við Anda Mínum, sigur Harrin!

Vit syngja í einum av sangum okkara í niðurlagnum: „Haldið skansan, tí eg komi! Boðar Jesus nú; og vit svara: Ja, vit skulu, hjálpir eina tú!“

Mær dámar væl hendan sangin, men um vit hugsa okkum um, er kall okkara størri enn bert at halda skansan og verja hann ímóti álopi, nei, vit skulu sjálvi gera álop á fíggindan, seta fangar fríar við Heilaga Andans hjálp og valdi.

Jú, hvítusunnan er ein vónarinnar hátíð, við henni føddist vónin um fullkomnan sigur yvir Satans makt. Hann vil føra stríðið fram til sigur, lovað verið navn Hansara!

 

HAJ

 

 

 

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500