Góðkent PDF Print E-mail
Sunnudagur, 26 Apríl 2009 14:11

Hvønn dag hava vit ein hóp av kodum at minnast til, og eg gerist meira og meira stolt hvønn dag tá ið eg havi minst til júst ta koduna eg havi brúk fyri. 

 

Farið eg inn á Heimagreiðsluna, so skal eg minnast ta koduna, fari eg oman at keypa og gjaldi við Visa korti, so skal eg minnast ta koduna, er telefonin slókna, so skal eg minnast PIN koduna, farið eg inn á Facebook so er aftur ein koda, Myspace aftur ein koda, skal eg broyta nakað á heimasíðuni, aftur ein koda, ja, er mín Mac telda slókna, so er aftur ein koda at minnast til, og eg kundi nevnt nógv fleiri. Og hvørja ferð undrar tað meg, at eg hóast eg byrji at blíva gomul, minnist hesar kodurnar. Tí tað er ein sera góð kensla tá ið tú t.d. stendur við kassan í Inn og ein hali av fólki stendur aftan fyri teg, og knappliga byrjar tú at ivast um tú nú manst fara at minnast koduna, tá ið tað er tín túrur at gjalda. Um ikki so er tað pínligt, alt steðgar upp. Men tá ið so tey vælkendu orðini: „Godkendt, husk kortet“ standa á skivuni, ja so lætnar og man kennir seg tryggan.

 

Á sama hátt er tað við okkara lívi. Um vit vilja til Himmals tá ið vit flyta higani, ja so er neyðugt, at vit kenna koduna. Ein sangur sigur, at Lambsins blóð er lykilin, til sjálvan himmalin. So um tú ein dag skalt inn um portrini og inn í staðin har Jesus sjálvur tekur ímóti tær, ja so mást tú hava tryggjað tær koduna her niðri. So einfalt er tað. 

 

Eg havi eisini verið úti fyri at skula út at ferðast og man gleðir seg at koma inn á kamarið umborð á Norrønu, men hvussu tú so snarar kortinum, so fært tú ikki hurðina upp, har er einki samband. Í tí førinum kanst tú fara til kunningardiskin og fáa tey at skriva tær ein nýggjan lykil út og hesa ferð gongur betur. Men tann dagin vit standa við ævinleikans portur og okkara lykil ikki virkar, ja tá er eingin møguleiki at fara aftur til nakran kunningardisk at fáa nýggjan lykil, tá er tað OV SEINT!

 

Men enn hevur tú møguleika at tryggja tær atgongt til Himmalin, kodan er Jóhs.3.16, nýt hana og tú fert at uppliva at Himmalsins dyr latast upp fyri tær.

 

br

 

 

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500