Undangongumenn trúarinnar PDF Print E-mail
Leygardagur, 09 Mai 2009 13:10

 

Í 19. øld fóru stórar vekingar fram í Amerika og Onglandi og fleiri Andans hetjur stigu fram.

 

Ein av teimum var Charles Grandison Finney, sum livdi frá 1792-1875. Í eini tíð við ongum hátalarum og sjónvarpsrásum, komu meira enn 500.000 persónar til trúgv ígjøgnum prædikur hansara. Tað, sum hann skrivaði, varð drívkraftin til vekingar yvir allan heimin, og hevur tað eisini boð til okkara tíð.

 

Finney segði í endurminningum sínum soleiðis frá um dóp sín í Heilaga Andanum.

     Eg tók ímóti einum veldigum dópi í Heilaga Andanum. Uttan at eg hevði væntað tað, ja, enntá uttan at eina einastu ferð at hava havt ta hugsan í sinni mínum, uttan nakra hóming av, at eg nakrantíð hevði hoyrt um hetta frá nøkrum menniskja, kom Heilagi Andin á ein slíkan hátt, at tað kendist, sum fór hann ígjøgnum likam mítt eins og elektriskur streymur, ferð eftir ferð. Ja, tað var eins og ein bylgja av kærleika, øðrvísi kann eg ikki siga frá tí. Tað var sum Guds egni andadráttur. Tað kendist sum eitt stórt veingjaslag.

    Eingi orð kunnu siga frá tí undurfulla kærleika, sum varð útheltur í hjarta mítt. Eg græt hart av gleði og kærleika, og eg kann siga, at eg bókstaviliga rópti allar mínar hjartans ósigandi kenslur út. Hesar bylgjurnar komu aftur og aftur, ein eftir aðra, inntil eg minnist, at eg rópti: „Halda hesar aldurnar ikki uppat, so doyggi eg. Eg kann ikki taka ímóti meira!“ Hvussu leingi hetta vardi veit eg ikki, men eg veit, at seint um kvøldið kom ein persónur inn á skrivstovu mína. Hann segði: „Harra Finney, hvat bagir tygum? Hava tygum pínu?“ Eg tók meg saman og svaraði: „Nei, men eg eri so lukkuligur, at eg ikki kann liva…“

 

Eftir hetta setti Finney sær fyri at brúka restina av lívi sínum til at boða evangeliið. Áðrenn hetta hevði hann verið skúlalærari og advokatur, og tað mátti hann so gevast við. Hann skrivar um tað: „Til at byrja við var tað ikki so lætt, men tá ið eg var doyptur í Heilaga Andanum, var eg til reiðar at boða evangeliið – ja, alt annað var virðisleyst. Einki var so virðismikið fyri mær, sum menniskju og einki arbeiði so gott sum at boða evangeliið.“

 

Aftaná at Finney hevði upplivað hetta, varð hann ein slóðbrótari fyri veking, fyrst og fremst í síni egnu samkomu, men eisini í øllum landinum.

    Finney skrivaði: „Uttan beinleiðis undirvísing frá Heilaga Andanum fær eingin stóra framgongd í boðanini av evangeliinum.“ Uttan Heilaga Andan kundi Finney einki gera, og tað kunnu vit heldur ikki.

    Um prædikur sínar segði hann: „Prædikurnar, sum fólk hildu vera so góðar, vóru ikki mítt egna verk, men Heilagi Andin gav mær tær orð fyri orð.“

     Finney gekk hart ímóti tí fatanini, at Gud vildi senda eina veking tá ið hansara tími kom. Hann peikaði á, at Bíbliunnar greiða læra er, at Gud altíð vil senda veking – tað er ikki honum vit mugu bíða eftir, men hann kann ikki senda nakra veking fyrrenn hansara samkoma hevur uppfylt tey krøv, ið Bíblian vísir á.

 

„Aktið eftir hvussu teir endaðu lív sítt og eftirfylgi so trúgv teirra.

 

 

 

 

 

 

 

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500