nytt hovd

Álvarsamt profetaorð um okkara tíð PDF Print E-mail
Hósdagur, 21 Mai 2009 13:48

 

Norski evangelisturin Emanuel Minos sigur soleiðis frá:

 

Frá 1957-63 las eg á lærda háskúlanum í Oxford. Heimafturkomin til Noregs fekk eg fleiri innbjóðingar frá norsku kirkjuni. Í 1968 vóru kona mín Ása og eg á eini møtirøð í Valdres. Eftir gudstænastuna ein sunnudag í kirkjuni í Etnedal, kom ein eldri kvinna yvir til mín. Hon segði, at hon var 90 ára gomul og var komin við hýruvogni á møtið. Hvaðani hon kom, veit eg ikki, men hon fortaldi, at hon var frá Valdres. Hon vildi fortelja mær um eina sjón, hon hevði havt um framtíðina.

    Gamla kvinnan fortaldi og eg skrivaði sjónina. Tá ið eg kom heim og læs tað, sum hon hevði sagt, hvakk eg við. Hetta var alt so ótruligt og óveruligt, at eg fyrst gjørdi av ikki at almannakunngera tað, sjálvt um hon fegin vildi tað. Eg legði tað í eina skuffu og gloymdi hendingina. Men fyri átta árum síðani, í 1993, meðan eg gekk gjøgnum pappír og útklipp, sum eg hevði samlað gjøgnum árini, datt eitt gamalt pappír úr skuffuni. Tað var sjónin hjá kvinnuni úr Valdres.

    Tá hvakk eg aftur við, men á ein annan hátt. Nógv av tí, hon hevði fortalt, var løgið nokk gingið út. Eg gjørdi tí av at lesa tað upp á onkrum møtum. Hetta var í sambandi við evni um hitt profetiska orðið og Jesu afturkomu. Sjónin hevur vakt ans. Tað er endurgivið í bløðum og traktatum. Onkuntíð ikki heilt korrekt. Her verður tað endurgivið sum tað varð skrivað, og tað verður býtt upp í fýra partar.

    Tað er tó við eitt sindur av fyrivarni eg almannakunngeri hesa sjónina. Kortini mugu vit gera okkum greitt, at sjónir av hesum slagi ikki kunnu samanberast við framsøgnir og opinberingar, sum standa umtalaðar í tí heilagu skriftini. (5. Mós. 18,22). Bíbilsku profetaorðini vikast ikki: „Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.“ Matt. 224,35.

    Tá ið tað eru profetisk orð, sum ikki eru úr Skriftini, sigur Paulus: „Av profetum skulu tveir ella tríggir tala, og hinir døma um tað! 1. Kor. 14,29. Tað sum sagt verður um framtíðina má tí tola at verða eftirkannað og roynt. Samstundis biður Paulus okkum um ikki at vanvirða profetiska talu 1. Tess. 5,20.

    Annars mugu vit leggja merki til ein týðandi sannleika: Vit menniskju eru ógvuliga forvitin, viðvíkjandi tí at síggja inn í framtíðina. Vit hava mangan størri áhuga í at fáa at vita, hvat fer at henda framyvir, enn at gera okkara søk upp við Gud.

 

Sjónin, gamla kvinnan segði mær

Tað var eins og eitt kort varð rullað út framman fyri mær. Eg sá tað við mínum natúrligu eygum. Á kortinum vóru allir heimspartar teknaðir. Eg legði merki til Evropa, Skandinavia og Noreg. Eg sá nakrar myndir, sum vóru um tíðina, áðrenn Jesus kemur aftur, og triði heimsbardagi byrjar.

 

1.

Áðrenn Jesus kemur aftur og triði heimsbardagi byrjar, verður ein avdubbing. Tað verður leingi friður millum stórveldini. Fólk vilja gera langtíðar ætlanir. Her í Noregi verður avdubbað, og vit vera líka so ófyrireikað sum 9. apríl 1940. Triði heimsbardagi byrjar á ein hátt, eingin hevði væntað, og frá heilt óvæntaðari síðu.

 

2.

Tað kemur eitt fráfall frá sonnum kristindómi, sum ikki hevur sæð sín líka. Tey trúgvandi verða flógv. Tey vilja ikki longur vera opin og móttakilig fyri rannsakandi boðskapum. Fólk vilja ikki hoyra um synd og náði, lóg og evangelium, angur og umvending. Eitt nýtt slag av boðan tekur yvir á talarastólunum. Um at søkja eydnu, framgongd og materiellan ágóða. Eitt slag av eydnuboðan grípur um seg. Kirkjurnar byrja at standa tómar. Sama hendir við bønarhúsunum. Tey trúgvandi vilja ikki fylgja Jesusi eftir á smala krossvegnum. Skemtan, list og mentanarvirksemi tekur meira og meira plássið framum veking, neyð, angur og umvendingarmøtir.

 

3.

Tað verður ein siðspilla sum vit ikki áður hava upplivað. Fólk liva sum gift uttan at vera gift. Tað verður stór óreinska áðrenn hjúnalagið. Og tað verður nógvur ótrúskapur í hjúnalagnum. Ja, enntá í teimum kristnu hjúnaløgunum ger ótrúskapurin seg galdandi, og hjúnabond upploysast. Perversar syndir grípa um seg. Og verða enntá góðkendar í kristna umhvørvinum.

    Sjónvarp fer at spæla ein avgerandi leiklut. Tað verða nógvar sjónvarpsstøðir. (Tá fanst ikki orðið rásir, so gamla kvinnan brúkti orðið støðir, sum tað varð brúkt um útvarp. Sjónvarpið verður fylt við harðskapi. Harðskapurin verður tá undirhald hjá fólki. Og harðskapurin sum fólk síggja í sjónvarpinum, kemur at enda at gera um seg í størri og smærri býum. Kynsliga samlívið verður eisini víst. Tey mest intimu forholdini, sum hoyra hjúnabandinum til, vilja opinlýst verða víst í sjónvarpinum. (Tá hon segði hetta, segði eg, at hetta ikki var loyvt í almennum sendingum. Vit høvdu eina paragraf, sum ikki loyvdi slíkum. Tá segði hon við harðari rødd: „Hana vilja tey vera líkaglað við, tá ið tann tíðin kemur“).

 

4.

Fólk úr teimum fátæku londunum vilja streyma til tey ríku londini. Tey koma til Evropa, til Skandinavia, og eisini til Noregs. Í hópatali. Og fólk fara ikki at dáma tey og geva teimum harða viðferð. (Tá ið hon segði hetta, byrjaði hon at gráta). Tey verða meira og meira viðfarin sum jødarnir áðrenn kríggið. Tá verður okkara syndamál fult. Kríggið brýtur út. Fyrst sum ein lítil konflikt, ein týdningarleys konflikt. Men hon steðgar ikki. Hon veksur og breiðir seg. At enda gerst hon til eitt stórt kríggj. Í endanum á hesum kríggi verða ræðulig vápn tikin í nýtslu, m.a. atomvápn. Luft, jørð og vatn verður eitrað og oyðilagt. Fólk úr industrialiseraðu londunum, Amerika, Evropa, Avstralia, Japan og øðrum líknandi økjum mugu flýggja. Tey kunnu ikki búgva har meir. Tey royna at koma til tey fátæku londini, sum eru sloppin undan tí ringasta. Men tey verða ikki serliga glað fyri at taka ímóti okkum, eins og vit ikki vóru serliga glað fyri at taka ímóti teimum.“

 

---

 

Gudsótti er vernd um landið. Eitt fólk sum óttast Harran, fær signing og verju (5. Mós. 28,1-14). Fyritreytin er, at tað eru prædikumenn, sum óforfalskað standa fyri orði Guds og boða tað, Gud leggur teimum á hjarta. Latið okkum verja um okkara framíhjárættindi, og latið okkum biðja fyri framtíðini. Bøn kann broyta heimin.

 

 

 

 

 

 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500