nytt hovd

Hvussu verður evangeliið boðað PDF Print E-mail
Hósdagur, 21 Mai 2009 14:23

 

 

Ein maður kemur inn í eitt flogfar. Hann verður biðin um at lata seg í ein fallskíggja, tí at so verður ferðin betri. Hann letur seg í fallskíggjan, men finnur skjótt út av, at tað er sera óbehagiligt at sita við fallskíggja uppi á. Hann gerst meira og meira ónøgdur. Tá ið so hini ferðafólkini seta seg at flenna at honum, tveitir hann fallskíggjan av sær.

 

Ein annar maður í einum flogfari verður biðin um at lata seg í ein fallskíggja, tí at um nakað hendir við flogfarinum, so er hann tryggur. Hann fokuserar ikki uppá hvussu behagiligt hann situr, ei heldur leggur hann í um ferðafólkini flenna, tí hann veit, at hendir nakað og hann dettur úr flogfarinum, so er hann tryggur, tí at fallskíggin heldur.

 

Hetta var borið fram í eini sjónvarpssending sum dømi um hvussu vit evangelisera. Siga vit kom til Jesus, so verður alt gott, ja, so bílætliga tveita tey henda fallskíggjan av sær tá ið trupulleikarnir koma og tá ið menniskju flenna og spotta. Men siga vit lat teg í frelsunnar fallskíggja, tí so ert tú bjargaður undan tí komandi dóminum, ja, so leggja vit ikki í um tey spotta, ella um vit hava tað óbehagiligt, tí vit vita, at útgongdin verður góð.

 

Vit hava øll syndað og fattast Guds dýrd. Vit hava øll gjørt okkum sek í lógarbroti, og Bíblian sigur, at um vit so halda alla lógina, men snáva í einum, so eru vit sek, ja, so tørvar okkum øllum at vit játta okkara synd, og venda okkum frá henni. Annars kemur Guds dómur at raka okkum. Vit kunnu ikki lúgva fyri okkum sjálvum, og halda at alt stendur væl til, tí ein dag kemur roknskapardagurin, og vit mugu gjalda. Tí er tað umráðandi, at vit venda okkum til hansara, sum bjóðar okkum at taka ímóti skuldarsanering. Hann hevur goldið fyri alla okkara synd, men bíðar bara eftir, at vit játta okkara syndir, og yvirgeva okkara lív í hansara hendur. Tað er ikki altíð ein dansur á rósum. Tað kann til tíðir vera óbehagiligt, og spottið kann vera nógv, men vit vita at endin er góður, og tí leggja vit einki í um menniskju háða og spotta.

 

 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500