nytt hovd

Gev ávaringini gætur PDF Print E-mail
Leygardagur, 30 Januar 2010 19:21

 

Nú hava vit aftur verið vitni til ræðuleikar í hesum heimi. Tað er syndarligt at síggja, hvussu hart rakt Haiti er í hesum døgum. Hetta fekk meg at hugsa um, at um onkur hevði havt møguleika at sagt teimum frá, at hetta fór at henda, og ikki hevði gjørt tað, so høvdu vit øll hildið tað vera fullkomuliga ørt. Sjálvandi skuldu tey verið ávaraði, so tey kundu komið sær burtur.
    Sjálvandi skulu vit vera ávaraði um, at jørðin ikki hevur gott av øllum útlátinum, og at vit oyðileggja fyri eftirkomarar okkara – um tað verða nakrir –.
    Sjálvandi skal tað rópast upp um, at vit mugu verja okkum fyri farsóttum, og um møguligt og neyðugt taka ímóti tí heilivági vit kunnu fáa.
    Sjálvandi skulu ávaringar ljóða um, at tað er lívshættisligt at roykja, eitra seg við rúsevnum o.s.fr.

Vit kundu hildið fram, tí hetta er okkara dagligdagur. Vísmenninir ávara okkum móti eini komandi oyðilegging. Fjølmiðlarnir eru  á treymur við ófrættatíðindum. Og vit góðtaka tað. Eg havi ikki hoyrt eina rødd enn sagt, at slíkt skal man ikki tosa um.

Øll eru á gosi, tí veðurlagsbroytingar kunnu oyðileggja okkara paradis her á jørð, og hvør í sínum lagi roynir at bøta um hetta, so tað framvegis kann vera liviligt á hesi jørð.

H1N1 beinkrímið – ikki minsta øsingin, øll skuldu koppsetast, tí vandi var fyri at doyggja av hesi sjúku.

CTD – sum hevur víst seg at vera ein ræðulig sjúka, sum eirindarleyst slær niður uttan ávaring. Sjálvandi er tað gott at øll fáa møguleikan at kanna seg, fyri at fáa staðfest um tey eru berarar av sjúkuni, men aftur her er tað óttin fyri deyðanum, sum er drívmegin. Vit eru so bangin fyri at doyggja.

Summi halda, at einki lív er aftan á deyðan, og at hetta lívið er tað, og so einki meir. Stakkals tey, men hvat er tá at vera bangin fyri. Tey geva upp andan og so er tað liðugt.

Onnur halda, at Gud er góður, so hann letur øll sleppa í himmalin, so har skuldi so avgjørt einki verið at verið bangin fyri. Tey halda seg flyta – óansæð um tey ikki vildu vita av Gudi her – beint inn í nærveru hansara. So tey skuldu so heldur einki havt at verið bangin fyri.

Nei man tað ikki heldur vera sum Bíblian sigur, at ævinleikin er lagdur niður í hvørt mansbarn. Innast inni, har sum vit ikki loyva nøkrum framat, har sum allir okkara mongu spurningar liggja, ofta væl læstir inni, har hoyra vit røddina av honum, sum bara vil okkum alt tað besta, hann, sum læt lív sítt á Golgata fyri at vit kundu fáa tann friðin, sum vit øll innast inni leingjast eftir. Har inni hoyra vit ávaringina, um at gera seg til reiðar at møta Gudi, men kortini, so doyva vit hesa røddina við øllum møguligum.

Øll vita vit, at hetta lívið ein dag fær ein enda. Bíblian sigur okkum, at tað bert eru tvey støð at koma til eftir deyðan, Himmalin ella helviti, men kortini, so mugu vit ikki loypa ótta á fólk, vit mugu ikki tosa um slíkt, tí so blíva fólk bangin. Vit skulu halda tað fyri okkum sjálv, og ikki rópa upp um tað. Hvat høvdu vit sagt, um onkur hevði møguleikan at bjarga t.d. fólkunum á Haiti áðrenn jarðskjálvtan, og ikki gjørdi tað – tað hevði verið vitleyst.

Høvdu fólkini í Haiti ikki verið bangin um tey fingu at vita í gjár, at í morgin eru fleiri túsund íbúgvar farnir inn í ævinleikan. Sjálvandi. Men av tí at tey tá høvdu tíð at gera nakað við tað, høvdu tey verið takksom í dag.

Tí er tað óhugnaligt, at tað í dag næstan ikki verður tosað um slíkt. Tað er ikki loyvt at siga, at tað er eitt fortapilsi, og um vit ikki hava ein himmal at gleða okkum til og síggja fram til, so eru vit á skeivari leið. Bíblian ávarar um, at á síðstu døgum skulu vit fáa okkum lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar okkum í oyruni. Og har eru vit í dag.

Í dag meira enn nakra aðra tíð í søguni er neyðugt at tosa um, at Jesus kemur aftur skjótt og at skjótt er eingin náðitíð eftir. Men tú hoyrir tað ikki, tí vit eru so upptikin av, at alt skal vera so gott her, vit skulu hava himmal her. Og tað kunnu vit hava innan í okkum, men Bíblian sigur, at tað koma torførar tíðir, og vit eru mitt í teimum.

Jesus vil ikki at nakar skal enda í fortapilsinum, tí kom hann og gav lív sítt fyri okkum. Tað einasta hann krevur er, at vit siga honum takk og lata hann vera skipara á skútu okkara. So sigla vit trygt gjøgnum allar vandar og brotasjógvar. Hann er lívsins loðsur, við honum eru vit trygg sjálvt um alt skramblar saman rundan um okkum her.

Bíblian hevur sagt frá øllum sum koma skal, hví ikki geva orðum Harrans gætur áðrenn  ov seint er.

Britt
 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500