nytt hovd

91. sálmur PDF Print E-mail
Hósdagur, 25 Mars 2010 21:25



Thurman Scrivner

Sálmur 91 er ein serstakur sálmur við nógvum undurfullum lyftum. Her fara vit at taka tríggjar frásagnir um fólk, sum brúktu lyftini í hesum sálmi í teirra gerandisdegi, og tey upplivdu, at orðið er satt.
   Fyrsta frásøgnin er úr Texas. Undir 2. veraldarbardaga vóru nógvar herdeildir úr USA, sum bardust móti týskarum og japanarum. Nógvar av hesum herdeildum mistu upp til 90% av monnum sínum. Men ein lítil herdeild, sum kom úr einum ávísum býi í Texas, kom aftur í øllum góðum. Eingin teirra hevði fingið so mikið sum eina skeinu, og tað var heilt ótrúligt og sjáldsamt. Herdeildin taldi 40 mans, og teir vóru allir trúgvandi. Áðrenn teir fóru, fingu teir tey trúgvandi at lova, at tey skuldu lesa 91. sálm uppi yvir herdeildini hvønn dag. Myndir vórðu tiknar av hermonnunum og slignar upp á býráðsveggin. Hvønn dag var tað ið hvussu so er ein, sum fór yvir og las henda sálmin uppi yvir teimum.
   91. sálmur er ein undurfullur sálmur, og øll hasi lyftini eru eisini tíni, um tú ert trúgvandi og ert Gudi lýðin.
   Versini 5, 6 og 7 ljóða so: “Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi, ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið (heldur ikki svínakrímið!). Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti er vernd og verja.”
   Eg veit um fólk, sum lesa henda sálm hvørt kvøld, áðrenn tey leggja seg. Kanska skuldi tú gjørt so við? Hann hevur bert 16 vers.
   
Onnur frásøgnin kemur úr Dallas. Heldur tú, at Harrin sendir einglar at hjálpa børnum sínum? Ja, so sanniliga. Hví biður tú hann ikki oftari senda tær einglar til hjálpar?
   Ein ung genta í Dallas var eitt kvøldið á heimveg. Tað var seint eitt summarkvøld og næstan myrkt. Hon kundi ganga eftir høvuðsvegnum ella taka eina gøtu, sum førdi beint ígjøgnum; men har var nógv myrkari, tí har vuksu trø við báðar vegjaðararnar. Hon hevði ongan hug at fara alla leiðina eftir høvuðsvegnum. Hetta var ein kristin genta, so hon bað til Guds og segði: “Harri, eg fari eftir hesari tvørgøtuni; men eg vil, at tú skalt verja meg, lat einki henda mær, í Jesu navni, amen.”
   Tá ið hon hevði gingið hálva leið, sá hon ein mann standa har. Hon gjørdist bangin; men hon helt á at ganga. Hann bara hugdi at henni. Hon kom til hús, og alt var í lagi.
   Morgunin eftir, tá ið fekk tíðindablaðið, sá hon, at 20 min. eftir at hon hevði gingið eftir gøtuni, kom ein onnur genta somu leið. Hon varð neyðtikin og dripin. Løgreglan heitti á fólk, sum vistu um okkurt, at møta upp á løgreglustøðini. Hon fór oman. Teir høvdu longu tikið fýra menn, sum vóru sæddir har á økinum tað kvøldið. Løgreglan bað hana peika á tann mannin, sum hon hevði sæð. Hon peikaði og segði: “Hatta er maðurin! Eg sá hann standa akkurát har, sum handa gentan varð dripin í gjárkvøldið.”
   Maðurin játtaði seg sekan og segði: “Ja, tað var eg, sum gjørdi tað.”
   So setti hon honum ein spurning: “Tá ið eg gekk ígjøgnum har, hví gjørdi tú teg ikki inn á meg?”
   “Ert tú ør, kona?” segði hann.
   “Hví sigur tú so?” spurdi hon.
   “Tað vóru tveir menn, sum vóru 6 føtur høgir, sum gingu beint aftan fyri teg.”
   Hon visti ikki, at teir vóru har; men hon hevði biðið Faðirin verja seg í Jesu navni, meðan hon gekk hasa leiðina. Heldur tú, at Gud lurtar, tá ið børn hansara biðja? Ja, sanniliga, prísaður veri Gud. Kongurin lurtar, og hann sendir einglar sínar at verja okkum. Tað einasta, ið tær nýtist at gera, um tú gongur í lýdni eftir orði hansara, er at biðja.
   Í Sálmi 91,10-11 stendur: “Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum.” Einglar eru har at hjálpa okkum, og dagar koma, tá ið tær tørvar teir, tí er tað gott hjá tær at vita, at tú kanst fáa hjálp. Hvør er treytin? Svarið finnur tú í 1. og 2. versi í Sálmi 91: “Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sum sigur við Harran: “Skjól mítt, Borg mín, Gud mín, Sum eg líti á!” (V.D. ums.) Hvat merkir tað, at búgva í skugga hins Alvalda? Tað merkir, at tú hevur dagligt samband við Gud gjøgnum bíbliulestur og bøn, tá líka sum býrt tú í skugga hins Alvalda.
                                               
Triðja frásøgnin er um ein jødadrong undir 2. veraldarbardaga. Tað 9. versið í Sálmi 91 sigur: “Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól.”    
   Ein ungur maður sat fangi í einari týningarlegu hjá týskarum. Hetta var ein jødiskur drongur, og ætlanin var, at hann skuldi doyggja har í týningarleguni. Hesar týningarlegur vóru ræðuligar. Hitler drap 6 mill. jødar í hesum legum.
   Onkur gav hesum unglinga eitt ark, har tey høvdu skrivað Sálm 91 á. Hann las 91. sálm. So segði hann: “Harri, eg vil ikki doyggja í hesi fangaleguni. Eg ynski at tæna tær; men eg kann ikki tilbiðja teg, um eg eri deyður. Harri, eg biði teg hjálpa mær.”
   Sigur Harrin ikki: “Kalla á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær.” (Sálmur 50,15) Tá ið hann hevði biðið, hoyrdi hann eina rødd, sum segði: “Gakk yvir til vaktarmannin og sig honum, at tú ert undir vernd hins hægsta.”
   Hesin ungi drongurin aktaði. Hann gekk yvir til tað fyrst portrið. Vaktarmaðurin tók byrsuna fram og spurdi: “Hvagar ætlar tú tær?”
   Drongurin lyfti armin frameftir og segði: “Eg eri undir vernd hin hægsta.”
   Hermaðurin tók byrsuna niður, smekkaði hælirnar saman og segði: “Heil Hitler.”
   Drongurin gekk fram við honum. So kom hann til teir næstu vaktarmenninar. Teir peikaðu við byrsunum ímóti honum og søgdu: “Hvagar ætlar tú tær?”
   Hann svaraði: “Eg eri undir vernd hins hægsta.”
   Allir vaktarmenninir tóku byrsurnar niður og heilsaðu honum við : “Heil Hitler.”
   So setti drongurin kós beint móti útportrinum. Tá ið hann kom hagar, stóðu seks vaktarmenn har. “Hvagar ætlar tú tær?” róptu teir.
   Enn einaferð rætti drongurin armin fram og segði: “Eg eri undir vernd hins hægsta!” Allir smekkaðu hælirnar saman, rættu armin fram og heilsaðu: “Heil Hitler.”
   Hesin jødadrongurin gekk beint út úr leguni og út í frælsið. Hugsa tær, somu møguleikar vóru atkomiligir hjá øllum fangunum í leguni, og somu møguleikar eru tøkir hjá øllum, sum lesa hetta stykkið. Setir tú Gud fyrst og gert hann til skjól og bústað tín og lesur Sálm 91 hvønn dag, so verður hann tín vernd. Statt fast á hesum lyftunum.

Effie Campbell umsetti.




Young lækni

Thurman Scrivner

Young lækni búði í Salt Lake City í Utah. Eitt sunnukvøld ringdi hesin læknin til mín. Tað eru fýra ár síðani nú. Eg kendi ikki henda læknan. Eg hevði ongantíð hitt hann. Ein vinmaður mín hevði givið honum nakrar av mínum DVD-um (sjónbondum), sum hann kundi hyggja eftir.
   Hesin læknin hevði havt nakrar frídagar og var farin niðan í fjøllini í Idaho. Har kleiv hann upp í eitt træ, sum var 35 føtur høgt. Tað er ómetaliga høgt, líka høgt sum tríggjar og ein hálv hædd á einum húsum.
   Greinin, sum hann helt í, brotnaði, og hesin maður datt 35 føtur til jarðar. Hann knústi niðara part av rygginum. Eitt flogfar, sum fleyg sjúkraflutning, fleyg hann úr fjallalendinum inn á eitt sjúkrahús í býnum. Teir tóku røntgenmyndir av honum og koyrdu hann í CD-skannaran, og teir søgdu, at teir kundu einki gera fyri hann, niðari partur av rygginum var oyðilagdur.
   So sendu teir mannin til hús. Tað var ein týsdag. Meðan hann lá í songini við nógvari pínu, lá hann og lurtaði eftir mínum DVD-um. Sunnudag seinnapart gjørdi hann av at fara at ringja til mín; men hann visti ikki, hvussu hann skuldi koma í samband við meg, hóast telefonnummar mítt stóð á øllum CD-unum og DVD-unum, hann hevði. Hann ringdi tískil til vinmann mín og spurdi, um hann helt, at eg hevði viljað flogið til Salt Lake City og biðið fyri sær.
   Hesin vinmaður mín er elsti í kirkju okkara, og eg svaraði honum, at tað skuldi eg fegin gera; men eg bað hann siga við mannin, at hann skuldi ringja meg upp, tí eg vildi fegin tosa við hann fyrst. Eg gav honum mítt persónliga telefonnummar. Hetta var um átta tíðina á kvøldi. Konan og eg ótu døgurða á einari lítlari matstovu. Tá ið vit vóru liðug, koyrdu vit til hús.
   Klokkan tíggju á kvøldi ringdi telefonin. “Thurman, hetta er Young lækni. Eg eri maðurin, sum havi knústan rygg.”
   Eg spurdi: “Mín harri, hevur tú pínu?”
   “Heilt ræðuliga pínu,” svaraði hann.
   “Og læknarnir kunnu ikki hjálpa tær?” spurdi eg víðari.
   “Nei, tað er einki, teir kunnu gera fyri mín rygg.”
   “Markus 11,23 gevur mær eitt einastandandi lyfti. Markus 11,23 sigur, at tað, sum eg sigi við munninum og trúgvi við hjartanum, tað skal eg fáa. Eg skal biðja fyri tær. Eg skal biðja fyri tær beint nú.”
   So bað eg Gud gera eina yvirnatúrliga grøðing í rygginum hjá Young lækna grundað á Markus 11,23, og so takkaði eg Harranum, av tí at hann á yvirnatúrligan hátt hevði grøtt ryggin í Young lækna. So segði eg: “Mín harri, nú er tað gjørt í Jesu navni, og nú mást tú ringja til mín við tínum takkarevni.”
   “Men,” segði hann, “kemur tú ikki í morgin?”
   “Jú, vit skulu koma í morgin.” So legði eg rørið á.
   Vit koyrdu so nakrar míl oman eftir vegnum. Kona mín segði: “Hvat heldur tú um handa mannin?”
   “Tað er eingin trupulleiki. Hann er grøddur, áðrenn vit koma hagar.”
   Tað er undranarvert at síggja, hvat ið hendir, tá ið Gud fær teg at gera okkurt. Eitt korter seinni komu vit til hús, og tá ringdi telefonin. Tað var Young lækni. Hann skríggjaði og rópti í hinum endanum í telefonini. Hann segði: “Thurman, tá ið tú baðst fyri mær, so hvarv pínan. Eg ók yvir til seingjarkantin og reisti meg og stóð á beinunum. Eg hevði onga pínu. Eg rann upp og niður gjøgnum trappurnar nakrar ferðir. Onga pínu. So tók eg fimm ára gamla son mín í kneppið og rann upp gjøgnum trappurnar við honum nakrar ferðir. Eg kendi onga pínu. Eg eri longu grøddur.”
   “Æra veri Gud,” segði eg.
   “Eg skal sjálvur koma út á flogvøllin í Salt Lake City eftir tykkum,” segði hann.
   “Vilt tú, at eg kortini skal koma?” spurdi eg.
   “So avgjørt,” svaraði hann, “eg vil møta tær perónliga og taka í hondina á tær.”
   “Alt í lagi, vit skulu vera har í morgin.”
   Konan og eg fóru so til Salt Lake City í Utah. Tá ið vit komu har, fann eg útav, at Gerry Young lækni var mormoni. Eg fann útav, at hann trúði upp á ein skeivan Jesus. Veitst tú, at mormonar trúgva ikki á sama Jesus, sum vit trúgva á?
   Men eg fekk høvi at tala við ein heilan hóp av mormonum teir tríggjar dagarnar, vit vóru har. Sumt av tí, sum eg segði, dámdi teimum ikki. Mormonar læra, at Jesus Kristus er bróðir Lucifer. Eg segði teimum, at hatta var ikki satt. Jesus Kristus er Kongur konga, og hann skapti Lucifer, og hann er ikki bróðir hansara.
   Tað er ótrúligt, sum nógv falsk læra er har yviri. Mormonar trúgva, at Gud Faðir einaferð var ein maður; men tá ið hann so bleiv fullkomin sum menniskja, so gjørdist hann Gud Faðirin.
   Tað er heldur ikki satt. Gud hevur altíð verið andi, og hann fer altíð at vera andi. Tá ið eg undirvísti teimum um hesar lutir, so dámdi teimum tað ikki.
   “Eg kom ikki út higar at undirvísa tykkum í Guds orði,” segði eg, “eg kom út higar, av tí at hesin læknin bjóðaði mær. Hann er av tilvild ein tykkara, ein mormoni. Hann bað meg tala til tykkara, meðan eg eri her. Eg kom ikki við nógvum fínum orðum, eg kom við Guds orðum. Men lat meg nú spyrja tykkum ein spurning. Nær hava tit síðst í einari mormon kirkju sæð Gud gera eitt undur sum hetta?”
   Young lækni sprakk á føtur og segði: “Thurman, eg havi verið limur í mong ár í hesi meinigheitini, og søgan hjá meiningheitini gongur 100 ár aftur í tíðina, og eftir tí niðurskrivaðu søguni hjá hesari meinigheitini hava vit ongantíð sæð eitt sovorðið undur fyrr.”
   “Kanska er tað tí, at tit øll tæna tí skeiva Jesusi,” segði eg. “Um Jesus ikki frelsir menniskju, um hann ikki útfríar menniskju, um hann ikki grøðir menniskju, so er tað tí, at tit ikki undirvísa í Guds sanna orði. Gud staðfestir altíð orð sítt við stórum teknum og undrum.”
   Young fór aftur til sín lækna, og hann gekk sum øll frísk fólk, tá ið hann steig inn í viðtaluhølið hjá læknanum. Ein av læknunum tók eina røntgenmynd av honum. Tá ið hann hugdi upp á røntgenmyndina, segði hann beinanvegin við Young lækna: “Boyggj teg ikki framyvir. Tað er einki í rygginum, sum heldur honum saman.”
   Minnist tú, at eg bað Gud gera eitt yvirnatúrligt undur í rygginum hjá Young lækna? Eru orð tíni týdningarmikil fyri Gud? Tíni orð eru alt. Tá ið eg bað Gud gera eitt yvirnatúrligt undur sambært Markus 11,23, so gjørdi hann eitt yvirnatúrligt undur. Tilfarið, sum hann brúkti at binda ryggin saman við, kanst tú ikki síggja á røntgenmyndum. Men skilligt er, at Young lækni hevur okkurt har, tí hann kann renna og hoppa og spæla og gera alt, hann vil.
   Nú, hvat kann Gud gera? Í Ef. 3,20 lesa vit: “Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum.” Hann er altso mentur at geva okkum nógv meir enn tað, vit biðja um ella skilja. Trupulleikin er bara hann, at vit hava so lítla kraft. Hví? Tí vit lesa alt ov lítið í Guds orði. Jú meir vit fylla okkum við Guds orði, jú meir kraft fáa vit. Vit skulu hugsa um skriftstøðini og læra okkum lyftini uttanat.

Effie Campbell umsetti.

 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500