nytt hovd

Jesusbarnið – Konganna Kongur PDF Print E-mail
Mikudagur, 07 Desembur 2011 21:35

Hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí ikki var rúm fyri teimum í herberginum.
   Tá ið Jesus konganna Kongur, varð føddur inn í hendan heim, fekk hann ikki nógv rúm, sjálvt um skriftirnar høvdu klárt og greitt talað um, at hann skuldi føðast. Men sjálvt um tað ikki var gjørt so nógv hóvasták burtur úr honum, so var hann tó Guds sonur, ein nýføddur kongur. 
   Í 2011 ár hava vit minst henda lítla drongin, sum varð borin í heim niðri á Betlehems fløtum. Og vit hava kanska enn lyndi til, at bert minnast hann sum hetta lítla barnið, í krubbuni í fjósinum, meðan kríatúr, hirðar og vísmenn leita upp fjósið fyri at síggja tað, sum stjørnan hevði fortalt vísmonnunum og einglarnir hirðunum. Jú sanniliga var hetta ikki nøkur vanlig føðing.

 

 
Meira enn vættrar og huldufólk
Jólini eru meira enn vættrar og huldufólk, tíbetur. Jólini siga okkum, at Gud sjálvur sendi bjargingina niður á jørðina. Hesin lítli drongurin vaks upp saman við teimum foreldrum, sum vóru útvald at ala hann upp. Hann spældi sum smábarn og hjálpti pápa sínum sum hann vaks til. Men kortini hevði hann eittans uppdrag, og til tað var hann komin, at gera vilja Faðirs síns, at taka tína og mína synd á seg og bera hana upp á krossin. Har hekk hesin sami, nú sum 33 ára gamal, og bløddi út fyri teg og meg. Hann doyði fyri at vit skulu liva. Men hann var ikki verandi í deyðanum, hann reis eisini upp aftur, og fór heim aftur til Faðir sín í Himli.
   Har hevur hann nú verið í skjótt 2000 ár, og gjørt okkum nýggjar bústaðir. Sum Jóhannesar evangelium sigur: Í húsi Faðirs míns eru nógvir bústaðir, var tað ikki so hevði eg sagt tykkum tað. Men nú farið eg avstað at gera tykkum stað tilreiðar, og tá ið eg havi gjørt tykkum stað tilreiðar komi eg aftur, fyri at tit skulu vera har sum eg eri.
   Tíðanna tekin peika øll á, at hesir bústaðir skjótt eru lidnir, og at skjótt skal dagurin upprenna, tá ið við yvireingils rødd og Guds basún, skal boðast, at nú kemur Kongurin. Tá kemur hann ikki, sum eitt lítið barn, men sum konganna Kongur, fyri at seta føtur sínar á Oljufjallið í Jerúsalem, og haðani skal hann stýra heiminum í túsund ár.
 
 
Jólagleðin
Tann jólagleðin, sum birtist í brósti okkara, tá ið Jesus Frelsari heimsins sleppur inn í okkara dagligdag, inn í okkara lív, hon er ikki bert ein gleði, sum varir nakrar dagar, men hon heldur ár um ár. Hon er har, hvat vit so enn møta í lívinum. Tað er einki sum kann taka ta gleðina frá okkum. Eg veit, at Jesus livir, og at eg her í lívinum kann liva saman við honum, hava samfelag við hann, tosa við hann sum við eitt hvørt annað menniskja. 
   Vit hava so lætt við at grenja og tykja synd í okkum sjálvum. Og so koma vit ikki burtur úr tí. Vit hava ikki havt ta yvirflóð, sum vit høvdu, men tann gleðin er ov veik at byggja á. Vit hava kanska ikki kunnað keypt tað okkum lystir, farið hagar okkum lystir, men heldur ikki tað kann taka gleðina úr hjartanum. Ja, um vit so vunnu allan heimin, men máttu gjalda við sál okkara, so var tað einki vert. Vit eru sett her á jørðina við einum endamáli, at gera okkum ferðabúgvin til at flyta inn í eitt annað lív. 
 
 
Hvat lív skalt tú hava hinumegin?
Tað er hugstoytt at hoyra menniskju, sum siga, at tey ikki trúgva at nakað lív er eftir deyðan. Ella summi siga, at tey vóna, at lív er eftir deyðan. Men tá ið løtan upprennur, tá ið tey eru farin úr likami sínum, er tað ov seint at finna út av hvat er hinumegin. 
   Í so máta er tað eisini dárskapur, tí tó at tey kanska ikki vilja trúgva tí, sum Bíblian hevur boðað og boðar okkum, so eru so nógvir aðrir vitnisburðir eisini, vitnisburðir frá menniskjum, sum hava verið deyð eina løtu, men so eru komin aftur í likamið. 
   Eisini eru nógvir vitnisburðir um hvat fólk hava sagt beint áðrenn tey eru farin higani. Jú sanniliga er lív eftir deyðan. Hetta lívið er bert ein fyrireikingartíð til tað æviga lívið, tað lívið, sum ongantíð skal enda. Tí er tað so trygt at vita, at tá ið vit her mugu siga einum av okkara kæru farvæl, so er tað bert fyri eina tíð. Eins og ein long ferð tey fara út á. Tey, sum eru farin undan okkum, eru farin eina ferð, tey koma ikki aftur til okkara, men bíða eftir okkum í einum landi, sum er nógv betur enn okkara. Hjá summum hevur hesin skilnaður ikki verið so langur sum ein langfaratúrur, hjá øðrum longri, men síggjast aftur tað skulu vit.
   Sat við eina deyðasong, og hóast sjúkan nívdi, og megin viknaði, so var tað innara menniskja eins sterkt og frískt, ja sterkari enn nakrantíð. Og við brosi á andlitinum kundi hann siga okkum, at nú var gott at vera á tí røttu síðuni, tí nú sá hann einglarnar. Jú sanniliga, einglarnir standa til reiðar at bera okkum heim í hinar ævigu bústaðir. Tí syrgja vit ikki sum tey, ið onga vón eiga. Vit sakna, men vit vita at vit møtast aftur.
   Hesa vissuna kann ein og hvør ogna sær. Hon fæst á knæ við Jesu føtur á Golgata. Og hon heldur hvat enn tú møtir í lívinum.
   Tað er tí ikki nóg mikið, bert at gleðast yvir hetta lítla barnið í krubbuni, men vit fara víðari við honum. Vit møta honum aftur á Golgata. Hann ber alla heimsins synd á likami sínum, og doyr í okkara rúm og stað. Tann gávan, sum har verður boðin okkum, er størri enn nøkur jólagáva. Tann gávan er ævigt virði. Tú skalt bert taka ímóti henni, siga honum takk og lata hann gerast harri í lívi tínum. Tá verður jólagleðin meira enn nakað, sum vit bert kenna í desember mánað, tá heldur hon alt árið og øll árini, so leingi vit liva.
   Steðga ikki við krubbuna, men fylg honum út á Golgata og síggj hann rísa upp í lívi tínum, fara heim til Faðirin at gera tær ein bústað til reiðar. Hann er verdur at fylgja. Hann er verdur at elska. Hann er svarið uppá alt títt vónloysi. Jesus elskar teg og hann vil frelsa teg.
   Sjálvt um skriftirnar høvdu boðað at konganna Kongur skuldi verða borin í heim í einum fjósi í Betlehem, so væntaðu tey flestu hann kortini ikki – og sjálvt um skriftirnar gingu út fyri eygum teirra – so trúðu tey tí ikki.
   Hesar somu skriftirnar hava boðað, at hann skal koma aftur – seta føtur sínar á Oljufjallið í Jerúsalem. Hví heldur tú, tað er so nógvur ófriður í Miðeystri – jú myrkursins maktir vita, hvat skal henda og tær stríðast fyri at forða tí – eins og tær royndu at taka lívið av Jesusi tá, við at drepa øll dreingjabørn undir tvey ár.
   Men – kortini so kemur hann! Ikki sum eitt verjuleyst barn, men sum Kongur í dýrd og hátign. 
 
BR

 

 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500