Nýggjársheilsan 2012 PDF Print E-mail
Leygardagur, 31 Desembur 2011 14:48

So er aftur eitt ár farið aftur um bak, og vit skifta frá 2011 til 2012. Tað sýnist sum tíðin gongur alt skjótari og skjótari – minnir um teljaran á bensinpumpuni ϑ.

Tó vita vit, at tíðin gongur við somu ferð sum frá skapanini, men vit broytast og umstøður okkara broytast, og tað er nokk orsøkin til at flest øll kenna tað, sum tíðin gongur skjótari enn hon hevur gjørt.

   Tað er altíð við spenningi, vit seta hol á eitt nýtt ár, og natúrliga hava vit vónir til tíðina, ið liggur fyri framman. Lítandi aftur um bak vil tað altíð vera ting, sum vit gleðast um og onnur ting, sum vit ikki vóru so glað fyri. Eitt, sum fyri meg hevur havt stóran positivan týdning, eru vitnisburðarnir um Guds yvirnatúrliga mátt, sum hevur broytt menniskjalív bæði andaliga og likamliga/tímiliga. Tá eg fyri nøkrum árum síðani las bókina “When Heaven invades Earth”, vaknaði mín tilvitan um, at trúarlívið ikki snýr seg um at halda út inntil endan, men at vit eru kallað til at fremja Guds vilja á jørð, so bønin, sum Jesus lærdi lærisveinarnar: Komið ríkið Títt, verði vilji Tín, á Himli so á jørð! skal gerast veruleiki. 

   Vit byrjaðu 2011 við at peika á týdningin av at flyta okkum meir inn í Hansara vilja, og at vit – uttan fordøming – byrja at liva í nærveru og heilagleika Guds, so vit broyta umstøður, heldur enn at vera avmarkað vegna umstøður.

   Fyri 2012 er mítt inniliga ynski, at vit flyta okkum enn longur, og at vit halda fram at vaksa í kunnskapi um Hann, og koma at kenna kraftina í Evangeliinum, sum Paulus vísir á í 1. Kor. kap. 2.  Fyri at koma víðari mugu vit ásanna, at okkum tørvar kraft evangeliums. Vit hava havt nógv orð, og ofta tykist tað sum at Guds ríki snýr seg um ein talarastól. Jesus sigur í Fjallaprædikuni: “Sæl eru hini fátæku í anda, tí ríki Himmiríki er teirra”. Henda útsøgn peikar á tey, sum síggja sín tørv, at tey eru fátæk í andanum, og tessvegna søkja desperat fyri at gerast rík. Eg kenni tað, sum vit eru á hesari gøtuni, og mín bøn er at okkara desperatión eftir meiri, skal vaksa, so vit koma veruliga at merkja, hvussu Guds kraft á jørð lyftir okkum burtur úr apati, og leiðir okkum inn í tann sigur, sum Jesus hevur vunnið okkum við Sínum sigri á Golgata. Mín vón er, at síggja mennisku, sum verða umbroytt, loyst, grødd, uppreist ella, fyri at sitera Jesusar arbeiðsskrá: At kunngera fátækum evangeliið; at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí, at kunngera náðiár Harrans. Mín vón er at síggja eitt Guds fólk – eina samkomu – sum strálar av gleði, og ber Guds undurfullu dýrd yvir sær, so fólk uttanfyri, kunnu fáa ein longsul eftir tí, sum vit eiga og nýta.

   Eg vil ynskja tykkum øllum eitt gott og ríkt nýggjár, við tøkk fyri tað gamla. 

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500