nytt hovd

Óttist ikki! Tykkum er í dag Frelsari føddur PDF Print E-mail
Sunnudagur, 25 Novembur 2012 17:39

jólSo er hetta árið við at renna út, og jólini standa fyri durum. Jólaevangeliið rúmar kjarnuna í evangeliinum: Óttist ikki! Hetta er framvegis tey góðu tíðindi, sum ljóma um allan heim: Óttist ikki! Orsøkin til ikki at óttast var og er at Frels­arin varð føddur, og hetta er heimsins vón bæði frameftir og aftureftir. Vit eru so von við at hoyra evangeliið, og orðið: Frelsari er eitt vanligt orð, í andaligum høpi, so vit hugsa ikki so nógv um tann stóra týdning, sum hetta orðið hevur. Frelsari er eitt lýsingarorð; tað lýsir týdningin av teirri hending, tá Jesusbarnið varð borið í heim. Í eini aðrari týðing (New english bible) verður orðið „Deliverer!“ nýtt ístaðinfyri frelsari, og bara tað, at siga eitt annað lýsingarorð, kann hjálpa okkum at hugsa um týdningin av hesum gleðiboði. Deliverer ella útfríðari lýsir, at Jesus varð føddur fyri at loysa okkum út úr nøkrum, sum vit vóru/eru læst í. Og okkara læsta støða, varð til tá menniskj­an var koyrd burtur frá Guds ásjón, og menniskjans lutur varð at liva undir banni. Hetta síggja vit í 1. Mós. 3. 17: Við Ádam segði Hann: „Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld.“

Menniskjan var fastlæst undir banni, líka inntil Frelsarin varð føddur. Hesin sannleikin er líka aktuellur í dag, sum hann var, tá hirðarnir á markini fingu hesi góðu tíðindi, tí bannið er framvegis yvir jørðini, men við trúgv á Jesus Krist­us verða vit loyst út úr banninum, og koma undir signing Guds ístaðin. Í fyrstu syftu er hetta fyri meg og mítt lív, og er ætlað mær sum eitt lív útfrá tí yvir­natúrliga Gudi, sum vil ávirka allar lutir í mínum lívi. Í aðru syftu er hetta fyri allan heimin, tí mítt broytta lív ávirka av Guds signing, skal ávirka alt mítt umhvørvi. Hetta er tað ultimativa kallið, sum Gud gav menniskjanum tá Hann skapti tað, og segði: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara!“ Okkara broytta og uppreista støða leiðir okkum inn aftur í ta uppgávu, at øll jørðin skal koma burtur úr banninum og við okk­ara lívi, koma inn í signing Guds. Gud hevur ongantíð broytt hugsan ella ætlan, fyri menniskja, sum Hann skapti, men vegna syndafallið, mátti alt bíða eftir einum Frelsara, sum kundi leiða okkum inn aftur í tað upp­runaliga sambandið við Gud. Og hetta er luturin hjá hvørjum tí, sum trýr, at Jesus er okk­ara frelsari ella út­fríðari.

Lat so jólaevangeliið ljóða hátt í sam­komum, kirkjum, familjum, á arb­eiðs­­plássum o.s.fr.: Óttist ikki! Tykk­um er í dag ein útfríðari føddur, sum skal frelsa tykk­um út úr banni og inn í sign­ing Guds.

Eg ynski hvørjum einasta menniskja eini gleði­lig jól!

Tummas


 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500