nytt hovd

Summar – summar – summar PDF Print E-mail
Sunnudagur, 30 Juni 2013 14:31

 

tummas 2So er summar og vit njóta tað góða veðrið, aftaná ein blíðan vetur og eitt gott vár. Tað merkist altíð tá summ­arið er í nánd, tí fólk flest hugsa um at halda frí og at hvíla frá teimum ymisku tiltøkunum, sum eru gjøgnum árið; og hetta má roknast at vera natúr­ligt.

 

   Í samkomuhøpi minnist eg, at fyrr í tíðini kundi tað taka drúgva tíð at fáa fólk aftur úr summarstøðu. Tað merkt­ist serliga við, at fá fólk vóru á møti, og skúlin var væl og virðiliga komin í gongd, áðrenn fólk komu reglu­liga á møti aftur. Soleiðis haldi eg ikki, at tað er longur; tað er vanliga nógv fólk á møti eisini í summartíð, og yvirgangurin frá summarfrítíð til vanliga virkitíð merkist ikki sum so; bert at nøkur eru burtstødd meðan onn­ur eru heima, og so broytist aftur.

 

   Í samband við góða veðrið, sum er, havi eg kent eitt summarlot yvir andaliga lívi í samkomuni. Tað hevur gjøgnum langa tíð kenst sum at góðska Guds bara økist og nærvera Hansara tekur til. Hetta hevur verið sera jaligt, og longsulin bara veksur, at hetta skal økjast enn meira. Vit prísa Harranum fyri nærveru Hansara, fyri grøðingar og yvirnatúrliga mátt Hansara, sum gevur seg til kennar uppá ymiskar mát­ar. Á okkara sunnumorgunmøtum, á sunnu­­kvøldsmøtum og á mánakvølds bønamøtum, hava vit aftur og aftur kent eina undurfulla Heilaga Andans nærveru, og tað kennist sum Himmal og Jørð møtast og Guds dýrd verður opin­bera.

 

   Mítt ynski er, at hóast vit halda summ­ar­frí og ferðast, so halda vit fast við hesa tráan, og at fólk merkja Guds nærveru, hvar enn tey fara. Gud er tilreiðar og Himmalin er opin; okkara longsul og tráan vil skapa ta dýrd, sum vit øll leingjast eftir; og meir og meir koma fólk at uppliva yvirnatúrlig ting s.s. grøðingar, hjálp inn í umstøður o.s.fr.

 

   Eg ynski okkum øllum eitt gott summar og góða hvíld frá arbeiðs­lívinum, og at øll uppliva Guds kærleika og góðsku. Og vit, sum eru heima her í summartíðini, latið okkum hittast til tær føstu samlingarnar sunnumorgun og mánakvøld. Tá skúlarnir eru farn­ir í gongd aftur byrja vit eisini aftur við góðum treysti við ungdómsfundum, barnaarbeiði, sunnudagsskúla, bíbliu­skúla, húsbólkum, bøn fyri Ísrael o.s.fr.

 

Harrin signi teg og gevi tær eitt fram­­haldandi gott summar.            

tj


 

 


 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500