nytt hovd

Trúboðan PDF Print E-mail
Mánadagur, 27 Oktobur 2008 16:57

Í Matt. 28. ør. 19 lesa vit missiónsboðini, og eru tey eini beinleiðis boð til okkum um at fara út í allan heim at gera øll fólkasløg til lærusveinar Jesusar. Trúboðan er ein átrokandi virkisgrein fyri allar samkomur, og trúboðan er ikki bara í teimum tilafturskomnu londunum, men byrjar  „í Jerúsalem”, sum fyri okkum merkir Havnin, „Judea”, sum fyri okkum merkir Føroyar, „Samaria”, sum fyri okkum eru øll onnur øðrvísi hugsandi enn vit „til enda jarðarinnar”, sum fyri okkum merkir at vera opin fyri at verða partur av trúboðan um allan heimin.

Okkara mál er at nýta 10% av tí, sum kemur inn í peningini, til trúboðan, og her hugsa vit serliga um tað, sum er uttanfyri okkara egnu samkomu. At verða aktivur partur í trúboðannar arbeiði hjálpir okkum, so vit ikki gerast ov sjálvupptikin, men ístaðin hugsa meira um onnur.

 

Samkoman stuðlar Jónhild og Samuel Dunya, sum búgva og virka í Ghana. Jónhild er føroysk, meðan Samuel er úr Ghana, tey eiga 4 børn. Tey hava ein bíbliuskúla har tey serliga menna samkomuleiðarar. Tey hava eisini ein seymiskúla, har 25 ungar kvinnur í senn, fáa eina 2 ára undirvísing í seyming. Tey ferðast víða um og vitja samkomur, sum tey hava sett á stovn. Seinastu 2 árini hava tey borað og gjørt fleiri vatnbrunnar, og harvið verið við til at geva yvir 30.000 fólkum reint vatn. Um mánaðarskifti mars/ april kemur Jónhild heim at vitja, og luttekur hon á møtinum í Filadelifa sunnudagin 3. apríl kl 11, har hon fer at greiða frá teirra arbeiði. Um tit ynskja samband við hana, so er adr This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Eisini stuðlar samkoman føroyska hjálpararbeiðinum COME, sum Pauli Nolsøe byrjaði í 2002 i Sierra Lione. Landið er sera fátækt, og var nógv merkt av borgarakrígnum, sum herjaði frá 1991 til 2002. Pauli byrjaði við einum barnaheimi í 2007, har 10 børn búgva ídag í aldrinum frá 4 til 10 ár. Eisini hevur Hans David Samulesen hjálpt í styttri tíðarskeiðum á hesum stað. Felagsskapurin hevur ein endurnýtsluhandil við barnaklæðum í Kaldbak, sum hjálp til arbeiði. Eisini hava tey eina heimasíðu www.come.fo har meir kann lesast um arbeiði.

Í løtuni stuðlar samkoman eisini Stellu & Petur Zachariasen sum saman við dóttur teirra Keziu eru í Kenya, tey fóru út í august 2009. Tað fyrstu tíðina arbeiddu tey í New Life Africa Int. hjá Susanne og Leif Madsen í Nakuru, men byrjaðu skjótt fyri seg sjálvan, tey virka serliga í einari lítlari bygd uttanfyri Nakuru sum eitur Piavia. Har undirvísa og virka tey í kirkjuni á staðnum, og hjálpa fátæku fólkunum á ymiskan hátt. Tey hava millum annað hjálpt ungum at sleppa í skúla, á seymiskúla, á hægri skúla, og skaffa mat til tey svøltandi. Á jólum høvdu tey eitt serligt jólatiltak fyri alla bygdina. Samband kann fáas við tey á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Samkoman stuðlar eisini í løtuni Kalla & Jórun Jacobsen í teirra arbeiði í Serbia, har tey serliga virka millum tey fátæku sigøjnarafólkini, saman við Aleksander Subotin sum er úr Serbia. Jórun og Kalle hava hjálpt við at útvega mat og brenni, har er sera kalt um veturin og eingin hiti í húsunum. Tey góvu 500 jólagávur út til tey fátækastu børnini á jólum. Tey hava sunnudagsskúla, ungdómsmøtir og húsbólkar, umframt at tey vitja runt í samkomum í økinum. Samband kann fáast við tey á
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Vilt tú verða við? Samkoman hevur fleiri fólk, sum brenna fyri missión, og sum ynskja at stuðla teimum, sum fara út at náa menniskju við gleðiboðskapinum. Øll kunnu ikki fara, men vit kunnu øll vera við til at stuðla teimum sum fara.
Tað, hesar eldsálir gera í samkomuni er, at gera bróstsukur og slikkipinnar, sum verða seld í ymsum handlum og fer peningurin til missiónsarbeiði. Ynskir tú at vera ein partur av hesum arbeiði, ert tú vælkomin at hjálpa okkum. Okkum tørvar bæði kvinnur og menn - vilt tú geva ein leygarmorgun um mánaðin til hetta arbeiði? So ert tú sera vælkomin. Tú kanst senda ein teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it ella ringja á tlf. 262968.





 

 

Skráin

Skráin

 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500