Matematiska sjeytalsmynstur Bíbliunnar PDF Print E-mail
Sunnudagur, 18 Januar 2009 19:02

Russiski matematikarin Dr. Ivan Panin var sannførdur ateistur. Hann vildi hava at vita, um tað var nakað hald í tí, sum tey kristnu tosaðu um við slíkum – sum hann helt – sjálvsáliti. Hann varð tí noyddur at lesa bók teirra kristnu Bíbliuna. Tá ið hann kendi frummálini, grikst og hebraiskt líka væl, valdi hann at lesa Bíbliuna á frummálunum. Her møtti hann yvirmanni sínum í matematikki.


7 dagar hevði Gud um at skapa heimin. Av hvørjum slagi av reinum dýrum og fuglum fóru 7 inn í ørkina fyri „at halda ættum teirra á lívi á allari jørðini“.
    Nóa fekk 7 dagar at fyrireika seg. Við offurlógirnar og høgtíðirnar í Mósebókunum eru 7 lampur, 7 ósúrgaði breyð, sum skuldu njótast í 7 dagar, 7 árligar høgtíðir, 7 vikur, 7 ár, 7 ferðir 7 ár og 7 dagar skuldu tey vera fráhaldandi vegna óreinsku.
    Blóðið varð slett 7 ferðir, og har vóru 7 altar og 7 lomb. Hetta heldur fram líka út í Jóhannesar Opinbering við hinum 7 brøvunum til hinar 7 samkomurnar, hinir 7 andarnir, 7 gullljósastakar, 7 stjørnur, 7 einglar, bókin við hinum 7 seglunum, djórið við hinum 7 hornunum. Hini 7 eyguni, 7 basúnir, 7 torur, teir 7000 persónarnir, sum vórðu dripnir, drekin við hinum 7 høvdunum og tær 7 krúnurnar, hinar 7 plágurnar, hinar 7 skálirnar, tey 7 fjøllini og teir 7 kongarnir.
    
Bíblian hevur nakað við talið 7 at gera. Bíbliugranskarar um allan heim meta tað vera hitt fullkomna talið. Men fullkomna bók Guds er meira samanbundin við hesum tali, enn flest øll eru var við.
    Í 1911 varð í Íslandi eitt lítið skriv útgivið, sum trúboðarin Arthur Gook hevði skrivað. Heitið var: „Er Bíblian álítandi?“ Tað varð útgivið á egna forlagi høvundans og er ein verja fyri trúleikan í Orði Guds í einari tíð við nógvum Bíbliu atfinningum. Seinasti kapittul í hesum skrivi eitur „Matematikkur Bíbliunnar“. Í hesum nevnir hann hin fyrrverandi religiøsa fríteinkjaran, russaran dr. Ivan Panin, Grafton, Amerika.
    Dr. Ivan Panin var matematikari og fór ein dagin at kanna Bíbliuna. Av tí at hann dugdi bæði grikst og hebraiskt, gjørdi hann av at lesa hana á frummálunum, og harvið var hansara stóra gransking byrjað.
    Bókstavirnir í tí grikska og hebraiska alfabetinum hava eisini eitt talvirði – eins og á latíni, har vit kunnu t.d. skriva 1959 soleiðis: MCMLIX. Í tí grikska alfabetinum merkir bókstavurin „alfa“ eisini 1 og bókstavurin „beta“ 2, „gamma“ 3 o.s.fr.
    Meðan hesin matematiski vísundamaðurin nú spakuliga royndi at lesa grundtekst Bíbliunnar fyri best møguligt at skilja innihaldið, og fyri sum ein fríteinkjari at gera sær eina hugsan um tann kristna boðskapin, arbeiddu tølini alla tíðina í høvdi hansara. Aftur og aftur bar talvirði bókstavanna honum nakað nýtt, sum gjørdi hann meira og meira sannførdan um, at hendan bókin, sum hann sat við, hevði eitt matematiskt samljóð. Enn kundi hann ikki avgera, um tað var ein Gud til ella ei, og enn visti hann ikki, um hendan Bíblian sum tey kristnu trúðu uppá, veruliga var Orð Guds, men eitt var hann greiður yvir, hendan bókin var ikki samansett og niðurskrivað av vanligum menniskjum. Ein veldigur matematikari stóð aftanfyri.

Matamatiska sambandið
Tað byrjaði ein gudsótti at koma yvir hann, tá ið hann so við og við fekk at síggja, at tað ikki bert var eitt løgi matematiskt samband í teimum heilagu skriftunum, men at talið 7 alla tíðina var dominerandi.
    Hann las fyrsta setning í Bíbliuni: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð“, og matematiski heili hansara uppfangaði, at hesin setningurin á hebraiskum hevur 7 orð. Íalt 28 bókstavir (4 ferðir 7). Við eitt var tað eins og hann ikki sá meiningina í orðunum, men bert talvirði teirra, og orðini „Gud“, „himmalin“ og „jørðin“ komu fram fyri hann sum á einum roknibretti. Tey høvdu øll eitt talvirði uppá 14 (2 ferðir 7).
    Hann royndi at seta tað hebraiska kenniorðið til, men talið kundi ikki brótast. Hann legði tað so til sagnorðini í setninginum og fekk talvirði 203 (29 ferðir 7). Síðani tók hann hin fyrsta og seinasta bókstavin í orðinum og fekk talið 133 (19 ferðir 7). Síðani tók hann fyri at royna nakað tilvildarligt – talvirði á tí fyrsta, mittasta og seinasta bókstavinum í øllum teimum 7 orðunum og fekk talið 1393 (199 ferðir 7). Hann helt áfram við tí sætta og sjeynda orðinum, eisini tey góvu 7.
    Tann matematiski fríteinkjarin Ivan Panin var í ferð við at verða yvirvunnin á sínum egna øki. Hann visti at hetta ikki kundi vera tilvildarligt. Sambært teimum matematisku reglunum kundi nakað so tilvildarligt bert koma fyri 1 ferð av 7 ferðir 7 ferðir 7 ferðir 7 ferðir 7 ferðir 7 ferðir. Við øðrum orðum bert eina ferð av 823.543 ferðum.
    Panin las víðari. Tað sama hendi við 2. versi: „Og jørðin var oyðin og tóm“ og víðari í triðja versi – ja, allan kapittulin at enda. Hann sá at Bíblian íroknað allar ættartalvurnar var samanvavd í einum veldigum 7tals mynstri.
    Var hetta mannaverk? Kundi hetta vera møguligt? Ivan Panin dr. sendi boð eftir tveimum vinum, sum kendu væl tað hebraiska og grikska málið, og í 13 vikur arbeiddu teir saman fyri við hjálp av leksikon og útrokningum bert at uppbyggja ein setning á hesum báðum málum eftir sjeytalsmynstrinum.

Almenna avbjóðingin hjá vísundamanninum
Hetta leiddi hendan matematiska vísundamannin til umvending. Hann visti nú, at Bíblian ikki er blivin til vegna tann kunnleika, sum lærdir menn høvdu til grikskt og hebraiskt og matematikk – men, at hon er skrivað av heilagum monnum frá ymiskum samfelagsløgum, frá kongum til bøndur og frá hirðum til fiskarar. Hon er ikki framkomin við eitt skrivaraborð við hjálp av leksikon og útrokningum, men er skrivað yvir eitt tíðarskeið uppá 1600 ár og av ólærdum og leikum monnum av ymiskum fólkasløgum. Hesi menniskju kendu ikki hvønn annan, tey livdu mangan langt frá hvørjum øðrum, og høvdu bert eitt felags – teir vóru Guds menn, drivnir av Heilaga Andanum.
    Ivan Panin dr. kunngjørdi tað, sum hann hevði funnið, í blaðnum New York Sun, og prógvaði tað út frá fyrsta kapittil í Nýggja Testamenti.
    Hetta var so mikið meira áhugavert, tá hesin kapittul byrjar við einari ættartalvu við einum longum lista av nøvnum. Ættartalva Jesusar, sum frá versinum 1 til 11 gongur frá Ábrahami, ættarfaðirinum til jødarnar, og til útlegdina, tá ið tey ikki meira vóru eitt sjálvstøðugt fólk, og síðani frá vers 12 til 17, sum gongur frá útlegdini og til Kristus. Var tað møguligt hjá hesum stóra matematikara, sum stóð aftan fyri hendan navnalistan at fasthalda sjeytalsmynstrið í ramsuni av familjum og føðingum í fleiri ættarlið?
    Í blaðnum New York Sun legði dr. Panin tilfar sítt fram fyri lesararnar. „Tann fyrsti parturin av ættartalvuni“, skrivaði hann „inniheldur 49 orð (7 ferðir 7). Hesi eru samansett av 266 bókstøvum (38 ferðir 7).
    Har eru 42 navnorð (6 ferðir 7). Av hesum eru 35 persónsnøvn (5 ferðir 7) og hini 7 vanlig navnaorð. Av hesum 35 persónsnøvnunum eru 28 mannfólkanøvn (4 ferðir 7). Hini 7 eru konufólkanøvn“.
    Men dr. Panin steðgaði ikki her. Hann fór longur enn til ættartalvuna og tók eisini frásøgnina um føðing Jesusar, sum stendur skrivað í versunum 18 til 25.

Í hesum versum eru 161 orð (23 ferðir 7). Har eru 77 ymisk orð (11 ferðir 7), sum standa í 105 sniðum (15 ferðir 7). Tá ið eingilin tosar við Jósef, verða 28 orð brúkt (4 ferðir 7). Úrslitið av talvirðinum í hesum orðum kann býtast við 7.
    Royn at byggja eina líknandi frásøgn við 160 orðum á tykkara egna máli og eftir sama matematiska skema,“ segði Panin. Hann visti, at tað var ógjørligt.
    „Og minst so,“ skrivar hann víðari, „at tað sama ger seg galdandi í hinum kapitlunum líka út í seinasta kapittul hjá Matteusi, sum endar við 7 orðum, sum hann ikki hevur brúkt áður. Hetta heldur áfram hjá Markusi, Lukasi og Jóhannesi.“
    Ivan Panin dr. var gripin av Gudi.
    Í flúgvibløðum og greinum gjørdist hann nú ein fortalari og verji fyri sannleikarnar í orði Guds. Einaferð bjóðaði hann alment nýggju kendum rationalistum í teologi, trimum prestum frá ymiskum trúarsamfeløgum og einum blaðstjóra til at vísa aftur hesum „fakta“, sum hann hevði funnið. Tað er nokk haðani uppstilling hansara av Jesu høvuðsprestaligu bøn í Jóhs. 17 er at finna. Eftir hansara uppsetingum inniheldur hetta kapittul í tí grikska grundtekstinum hetta:

 490 orð    (70 ferðir 7)
  49 setningar    (7 ferðir 7)
1162 sjálvljóð    (166 ferðir 7)
 917 hjáljóð    (131 ferðir 7)
  98 sagnorð    (14 ferðir 7)
  77 navnorð    (11 ferðir 7)
  70 sambindingar orð    (10 ferðir 7)
  49 fyrisetingarorð    (7 ferðir 7)
 126 fornøvn    (18 ferðir 7)
  70 kenniorð    (10 ferðir 7)
  49 fornøvn    (7 ferðir 7)
  91 vísa á persónar í Guddóminum    (13 ferðir 7)
   7 sum vísa á Gud Faðir
   7 sum vísa á heimin

Eingin av mótstøðumonnum Panins kundi vísa hesum aftur. Teir viðgingu, at tað vóru 7 bønir í Faðir Vár, at Jesus talaði 7 orð á krossinum, at hann gjørdi 35 undurverk og segði 35 líknilsir. Teir boygdu seg fyri, at bøkurnar í Bíbliuni ikki í grundtekstinum eru 66, men 63 (9 ferðir 7), tí Sámuels-, Konga- og Krønikubøkurnar ikki eru býttar upp í tvær í tí hebraisku Bíbliuni.
    „Og gloymi ikki“, ljóðaðu seinastu orð Panins, „at 7 persónar eru uppvaktir frá deyðum. 2 í Gamla Testamenti og 5 í Nýggja Testamenti.“
    Tað vilja óiva vera menniskjur, sum lesa hetta, sum vilja finna hetta áhugavert. Men harvið er einki vunnið. At onkur finnur, at Bíblian er áhugaverd hjálpir ikki sál teirra til frelsu. Men í tí løtu eitt menniskja setur álit sítt á Orð Guds, er grundarlagið lagt til varandi hjálp. Tað er nakað í hesari rúmd sum er satt. Guds Orð er satt. Bíblian er álítandi. Aldrin er nakar vorðin vónsvikin, sum hevur sett álit sítt á hetta sterka orð, sum talar um tað, sum er ævigt, og sum er innblást av Gudi sjálvum. Tað er eitt fullkomið orð, sum fullkomuliga kann frelsa øll sum vilja trúgva og taka ímóti tí. Eins og sólstrálurnar eru samansettar av 7 litum, ber hetta orðið sólljós inn í fortapt og vónleys hjørtu og sinn, og eins og allur tónleikur er bygdur upp av sínámillum samspæli ímillum 7 tónar, gevur hetta orðið ein nýggjan lovsong til øll tey, sum trúðu, at sangurin við alla var tagnaður – at tey einki høvdu at syngja fyr longur – og sum høvdu uppgivið og mist mótið.

„Tá ið orð Tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit“.
Sálm. 119,130
 

Stuðlað hevur:

 

oljusolan

 Tel 555200


Tel 234828

 

Tel 211861

 

Bókhald

Bókhald · Tel 280500

 


Heilsøla

Heilsøla · Tel 280500