Búmerki hjá Filadelfia

Myndasavn.

Vitnisburður hjá Jens og Malenu frá 1976.

Vitnisburður hjá Malenu og Jens Meitilberg:

Vit blivu bæði frelst fyri 1,5 ári síðani. Vit høvdu ongantíð gingið á møtir av nøkrum slagi, nei, vit gjørdu heldur grin við fólki, sum hildu seg vera so góð, at tey ikki kundu ganga á biograf ella dans og tílíkt, men takk fái Gud, so opnaði Hann okkara eygu, og vit sóu hvussu tómt og innihaldsleyst alt lívið var. Tá byrjaðu vit at søkja nakað veruligt. Men í 1971 fóru vit til Danmarkar at búgva og har komu vit at búgva tætt við fleiri narkomanar, og sum tíðin leið komu vit meira og meira saman við teimum, og tann óndi sirkulin var byrjaður. Flutt heim aftur nøkur ár seinni helt hetta lívið bara á. Eg lovaði mangan at nú skuldi tað vera liðugt, hetta var tað síðsta, men eg kláraði tað ikki, eg var so bundin, kundi ikki lata vera, og soleiðis helt eg á. Men so kom Eivind Frøen og Langemyr til Føroyar og høvdu møtir í Læraraskúlahøllini. Malena bað meg koma við á møti. Í fyrstani vildi eg ikki, men fór so til endan og har endaði okkara søkjan. Vit sóu okkum sum fortaptar syndarar, uttan vón um lív, og vit sóu Jesus Kristus har hann hekk á krossinum og vit hoyrdu boðskapin um frelsu. Vit tóku ímóti Jesusi í trúgv og hann frelsti okkum.