20. sep. 2023
Stórfingin gallaveitsla í samband við 50 ára dagin hjá Filadelfia..
Leygardagin 16. september fylti Filadelfia í Havn 50 ár, og var dagurin hildin við stórfingnari gallaveitslu, á Hotell Føroyum.
Til dagin høvdu vit fingið myndir heilt aftur til, tá byrjað var at byggja húsið.
Nógv nýttu høvi at halda dagin saman við okkum, og var løtan væl eydnað.
Kvøldið var skipað soleiðis, at vit høvdu innsløg og sang fyri hvørt ára tíggju og til endan fekk leiðslubólkurin orðið, at siga nakað um, hvat mann sær fyri sær, tey komandi árini.
Lagið var gott á øllum, og sum myndirnar vísa, hugnaðu vit okkum veruliga.