Minningarorð Um Frank Jacobsen.
Mánamorgunin 25. september komu boðini um, at Frank, abbi, var farin, 93 ára gamal. Hóast aldurin var høgur, og deyðsboðini ikki komu heilt óvæntað, so vekir tað kenslur, tá talan er um ein, sum stóð mær sera nær.
Frank varð føddur 14. februar 1930 á Glyvrum. Longu sum 14 ára gamal kendi hann Guds kall at virka og flutti hann tá til Havnar. Fyrstu árini virkaði hann í Frelsunarherinum, men fyri hann samsvaraði hansara fatan av Bíbliuni ikki við læruna og tí gjørdi hann av, at gerast aktivur limur í hvítusunnurørsluni. Hann hevði m.a. ein bókahandil við kristnum bókum, og ferðaðist ofta til Sandoynna og tænti í Betani í Skopun og Zion á Sandi.
Tað var í Frelsunarherinum hann hitti Minu, og giftust tey 1. juli 1949. Tey fingu børnini Tummas, Gunleif og Ruth, umframt at tey tóku Jóan Petur til sín.
Í 1974 flutti hann við konuni Minu, og børnunum Gunleif og Ruth til Noregs.
Tað gingu bert fáir mánaðir, so var heitt á hann at taka á seg, at vera fyristøðumaður í einari hvítusunnusamkomu í Fagernes í Valdres. Seinni flutti hann til Ulefoss í Telemark at tæna samkomuni har. Í 1988 flutti hann til Egersund, har hann tænti til ein álvarslig ferðsluvanlukka forðaði honum at halda fram.
Eitt sum eyðkendi abba, var hansara blíða og lætta lyndi. Hann dugdi sera væl við fólki, og øll, sum vóru saman við honum, kendu seg væl.
Hóast abbi flutti til Noregs í 1974, tá eg bert var ein lítil smádrongur, vóru vit sera tætt knýttir. Hann kundi hava sínar bersøgnu meiningar. Men eg kundi tosa við hann um alt. Tað var ongantíð flóvisligt at koma til hansara og spyrja um eitthvørt, sum lá í sinninum, og við tí, sum ein ungur tannáringur kundi stríðast við. Hann hevði ikki altíð eitt beinleiðis svar til alt, men kortini kendist tað altíð gott at hoyra hansara ráð og vegleiðing.
Eitt ljós er slóknað, men eins og ein varði standa minnini eftir hann. Tað kennist fjálgt at venda sær og hyggja at varðanum. Hann peikaði mær á rætta vegin. Hann bað trúfast fyri sínum og aldri lat hann lívsins mótgongd og skuffilsir vinna á honum.
Hvíl í friði.
Vit síggjast aftur.
Frank