Búmerki hjá Filadelfia
09. nov. 2023

Grein úr mánaðarblaðnum fyri november.

Vit eiga eftirhondini nógv, ið nú eru vorðin partur at hesum stóra skara av vitnum. Flestu undangongufólkini, til at stovna okkara samkomu, eru teirra millum nú, eisini eru nógv onnur farin frá okkum – alt ov tíðliga eftir okkara meting – og eru nú eisini í hesum stóra skýggi av vitnum.


Í samband við merkisdagar er upplagt ikki bara at hyggja aftureftir, men eisini frameftir. Tí er upplagt at gera status og spyrja: hvar eru vit nú? Hvat hava vit við okkum frá teimum, ið ikki eru meir? (So vit eisini kunnu svara spurninginum) Hvar vilja vit fara?

Talurnar hjá Wayne peikaðu á, at vit standa frammanfyri broytingartíðum og tí gerast slíkir spurningar uppaftur meira viðkomandi; um vit ynskja at fyrireika okkum uppá tað, ið koma skal, mugu vit hava eitt trygt og sterkt grundarlag at standa á og at byggja á. Tá er umráðandi at hyggja eftir og reinsa tann ríka arvin, ið vit hava fingið frá øllum teimum, hvørs herar vit standa á, so at vit bara taka ‘gullið’ við okkum, men eisini tryggja, at vit taka alt gullið við. T.v.s. vit mugu hyggja eftir hvat vit hava, fyri síðani at kunna meta um hvat vit skulu taka við okkum og hvat vit skulu sleppa.

Tilvitanin, um hvørji vit eru og hvar arvurin kemur frá, er týdningarmikil fyri at skilja hvørji vit eru og hví vit eru har, sum vit eru í dag. Haðandi frá bera vit arvin (gullið) víðari, „pussa gullið“, byggja víðari, so vit áhaldandi vaksa í dirvi og trúgv og mennast í tí sannroynd, at Himmalin er nær millum okkum og at Himmalin er opinberur við frælsi, grøðing og styrki til hvønn einstakan.


Á henda hátt kann vitnisburðurin verða breiddur víða um, at her er ein samkoma, har Guds nærvera trívist og menniskju møta Gudi til anda, sál og likam.

Sum dømi um nakað, ið vit m.a. hava arvað kann nevnast, trúfesti yvirfyri Gudi og ein rein og innilig trúgv (sami arvur sum Paulus metir, at Timoteus hevur og sum hann eisini nevnir í 2. Tim. 1:5).

Umráðandi er at halda fast í tí góða og virða arvin frá forfedrunum, og omanfyri nevndi arvur er gull, ið er gott grundarlag ar byggja víðari á, men vit mugu eisini kanna eftir um nakað støv ella skittur hevur sett seg á gullið, og um so er mugu vit reinsa tað. Paulus skrivar í 1. Kor. 15:58: „Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!“

Hetta var galdandi fyri tey, ið undan okkum eru farin, men er eisini galdandi fyri okkum. Tí kunnu vit heldur ikki bara ‘hvíla’ á tí arvi vit hava, men vit mugu áhaldandi arbeiða víðari; reinsa hann og bera hann víðari.

Tíðin er tí komin til, at vit sum samkoma fara at arbeiða meira miðvíst við hesum. T.s.v. at vit mugu gera upp við hvat er tann góði arvurin og hvat skal soldast frá. Ynski er, at vit kunnu vera erlig og tora at hyggja inneftir og spyrja okkum sjálvi hví vit gera so, sum vit gera og hugsa so, sum vit hugsa. So vit saman kunnu „leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar.“

Grein úr mánaðarblaðnum fyri november.

Anna- May Djurhuus