Búmerki hjá Filadelfia
28. nov. 2023

Grein úr mánaðarblaðnum fyri desember..

Nú vit aftur ganga myrkastu tíð á árinum ímøti, er upplagt eisini at hugleiða um týdningin av ljósinum – bilarnir mugu hava lyktirnar tendraðar og vit mugu tendra ljósini fyri at síggja nakað, bæði morgun og kvøld – og skjótt næstan alt samdøgrið.

Vit tendra eisini nógvar ljósperur og livandi ljós hesa árstíð fyri at hugna um og fáa hita. Í hesum konteksti gerast orð Jesusar í Matt. 5:14-16 viðkomandi: Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki. Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum. Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

Um vit hyggja eftir øllum tí, sum gongur fyri seg í heiminum í dag, og øllum teimum sterku meiningunum, ið gera seg galdandi á so nógvum økjum, kann vera trupult at vita hvat vit skulu siga ella hvussu vit skulu uppføra okkum sum einstaklingar og samkoma fyri at vera heiminum ljós.

Tey góðu tíðindini eru, at vit eru ikki kallað til at hava eina ávísa meining á øllum økjum (ella okkurt líknandi) ella til ávísan atburð, men til at liva og mennast andaliga saman við Gudi, fyri at kunna draga úr kelduni og verða heiminum ljós. Tað vil siga, vit skulu venda okkum til Hann og hyggja eftir Honum – og ikki heiminum – hava eina livandi tætta kærleiksrelatión við Hann, so vit kunnu vera heiminum ljós 1. Jóh. 4:18: Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út.

Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum – týdningurin av sanna samleikanum, so vit ikki eru bangin fyri at vísa hvørji vit eru.

Týdningurin av sonnum relatiónum okkara millum – skriftstaðið sigur, at vit eru ein ‘staður’ t.v.s. vit skulu eisini lýsa saman – fleiri vit eru saman, bjartari skínur ljósið frá okkum.

Tí mugu vit eisini tora at vera erlig og reel í okkara samkomufamiljurelatiónum, so ljósið í okkum kann vaksa. Berarir av Guds nærveru – sameint í kærleikanum, sum er Gud – til at vera menniskjum ljós í myrkrinum.

Nú tað nærkast til jóla síggja vit hópin av ljósketum, og saman lýsa tær upp, samstundis sum tær geva hugna; men er ein pera, sum ikki lýsir, ella hevur mist glæmuna, so hon bara ænir, ja tá tekur hon fokus, tí vit leggja meir merki til peruna, sum ikki skínur bjart, hóast allar hinar lýsa bjart. Guds ljós í okkum er, sum omanfyri nevnt, strálandi bjart, men bera vit ótta, ótryggleika, stúran o.s.fr., so vil hetta stjala kraftina, so okkara ljós frá Honum, ikki er skínandi. Esaias profetarar í kap. 60: Statt upp, verð ljós!

Tí ljós títt er komið, og dýrd Harrans rennur upp yvir tær.

Profetorðið talar inn í okkara tíð, tí á Esaiasar døgum var Heilagi Andin ikki komin; men fyri okkum er Hann komin, og tí kunnu vit taka hesa heilsan til okkara: Statt upp og verð ljós. Ljósið er ikki hvussu væl tú skikkar tær, men hvussu nógv Heilagi Andin í tær, sleppur at lýsa.

Um vit støðugt mennast í kærleika Kristusar, so fjarar stúran, ótti, ótryggleiki v.m., tí ótti er ikki í kærleikanum.

„At frygte kærligheden er at frygte livet, og de, der frygter livet, er allerede trefjerdedele døde.“ Bertrand Russel

 Sálm. 34: 5. Eg søkti HARRAN, og Hann svaraði mær og fríaði meg frá øllum, ið eg ræddist.

 Sálm. 34:6 .Tey hugdu upp til Hansara – og lýstu1 av gleði, og andlit teirra rodnaðu aldri av skomm.

Lat okkum tora at vera reel og sárbær yvir fyri hvørøðrum. Lat okkum tora at lata streymarnar flóta úr okkara innara – ikki bara inn í sál og likam okkara – men til hvønnannan og til alt okkara dagliga umhvørvi. Lat okkum fylla okkara umhvørvi og okkara felagsskap við Hansara kærleika.

 

AMD