Búmerki hjá Filadelfia
07. jan. 2024

Sunnudagin 14. januar kl. 11.00, fráfaringarløta fyri Tummas Jacobsen.

Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði. Sálm. 37,25

Á morgunmøtinum sunnudagin 14. januar, verður fráfaringarløta fyri Tummas Jacobsen, nú hann hevur valt at leggja frá sær eftir nógv ár í leiðsluni í Filadelfia.

Sama dag abdiserar Margretha drotning - man tað vera avtalað spæl :). Vit vita tó, hvør tekur við eftir Margrethu, men hvør traðkar í skógvarnar hjá Tummasi?

Tummas byrjaði sum elstabróðir miðskeiðis í áttatiárunum. Seinni tá Kurt Christense í 1992 valdi at fara aftur til Danmarkar, var Tummas fyrst leiðandi elsti, til Sólrún og Tummas vórðu sett sum fyristøðupar í 1994. Seinnu árini hevur hann tó verið partur av leiðslubólkinum, sum hann nú gevst í.

Eitt hevur itið áðrenn og aftaná Kurt, men nú verður tað so áðrenn og aftaná Tummas, tó bert sum parti av leiðslubólkinum, vónandi verður hann virkin á annan hátt í mong ár afturat.

Takk fyri títt trúfesti.