14. jan. 2024
Fráfaringarløta fyri Sólrún og Tummas.
Tað var ein hátíðarlig løta í morgum, tá vit søgdu farvæl við Tummas sum part av leiðslutoyminum.
Sólrún og Tummas hava tænt í samkomuni í nógv ár, og hevur teirra arbeiði havt ómetaligan týdning fyri samkomuna, og hetta vísti seg eisini, við at nógv fólk møttu í dag, hóast koyrilíkindini ikki vóru av teimum bestu.
Tá almenna tiltakið var av, fingu fólk møguleika fyri, at bera eina stutta heilsu til tey bæði, og tóku fleiri orðið.
At Tummas nú ikki er partur av leiðslubólkinum, merkir ikki, at hann er burtur, nei hann kemur at tæna í samkomuni vónandi nógv ár afturat.
Vit ynskja Sólrún og Tummas eina bjarta framtíð, vit tøkk fyri tykkara trúfesti øll hesi mongu árini sum tænarar, ikki bara í Filadelfia, men til alt Guds fólk í Føroyum.