Møti sum vanligt

Eftir teimum nýggjastu útsøgnunum frá landsins mynduleikum – sambært tíðindafundinum, sum var í dag, og sum hækkar markið á fólkahópum frá 50 til 100, – so vilja vit hervið kunnað samkomuna um, at frá komandi sunnudegi tann 17. mei fara vit at halda møtir sum vanligt.

Hetta merkir, at ikki verður tørvur á at tilmelda seg.

Tó verða avmarkingar s.s. eingin kaffisteðgur og eingin sunnudagskúli. Eisini mugu vit minnast til ikki at klemma ella at taka í hondina á hvør øðrum, men á einhvønn hátt at halda 1 meturs frástøðu og at hugsa um reinføri.

Vit gleða okkum av hjarta til at kunna vera samanaftur.

Vælkomin øll somul.

 

Jóhan Hendrik, Anna-May, Mariann og Tummas