Heyststevnan 2019

Frælsi til stórleika

Hetta verður heitið ella temaið á heyststevnuni í ár. Sum áður nevnt, so verður heyststevnan seinasta vikuskiftið í oktober, og í ár tala/undirvísa Jo og Paul Bungay. Evnið er framhald av tí, sum var innihaldið á hvítusunnustevnuni í ár, og sigast má, at vit øll vóru sera takksom og glað fyri undirvísingina hjá Kim og Pete Carter. Evnið í sær sjálvum er so stórt, at tað tekur alt lívið, áhaldandi at menna lívsstíl og fatan av teirri opinbering, sum Andin gevur okkum.

Jo og Paul eru vinfólk okkara, og vit gleða okkum til at hoyra meira um hetta sama, og heiti „Frælsi til stórleika“ (Free to be great) rakar so nógv ymisk økir í okkara lívi og okkara lívsstíli. Tað byrjar alt við, at vit fáa eyguni upp fyri hvønn samleika vit hava gjøgnum verk Jesusar. Út frá hesi opinbering veksur fatanin um, hvat Hann hevur kallað okkum til, og hvørjar óendaligar møguleikar vit hava.

Stórleiki í Kristusi hevur einki við mannastoltleika at gera – nei tað hevur við okkara relasjón við Faðirin at gera. Hann er pápi mín, Hann, sum skapti Himmal og jørð. Sangurin „No longer slave“ er so sigandi og sannur. Tá vit eru komin í rætta relasjón við Pápa okkara, so broytist eisini okkara hugburður um okkara „medmenniskju“.

At leiðast inn í frælsi til stórleika, gevur okkum ríkidømi til at signa onnur, at tala væl um onnur og at lyfta onnur upp. Hetta er ein fantastisk mentan, og hetta er einki minni enn tann mentan, sum er í Himlinum. Tí er hetta eisini í trá við okkara samkomuyvirskrift: Himmal á Jørð!

Heyststevnan byrjar sum vanligt fríggjakvøld kl. 20.00, og heldur fram allan leygardagin. Byrjað verður leygarmorgun kl. 10.00, har onkur kaffisteðgur verður, og eftir døgurðasteðg umleið kl. 12.00, verður byrjað aftur kl. 14.00. Seinnapartsundirvísingin endar umleið kl. 16.00. Leygarkvøldið kl. 20.00 verður lovsangskvøld, sum lovsangstoymið í Filadelfia skipar fyri. Sunnumorgunin verður vanligt morgunmøti, har Jo og Paul tala.

Vit gleða okkum til eina framúrgóða heyststevnu, og bjóða øllum at vera vælkomin.