Góða samkomufamilja 😊

Í hesi serligu støðu, sum hevur tikið seg upp, hava vit avgjørt at taka atlit til Corona støðuna, so hvørt tingini broytast í samfelagnum.

Komandi sunnudag ætla vit at hava møti, men við áherslu á í størri mun at fylgja tilráðingunum frá okkara mynduleikum.

Hetta merkir, at vit ikki heilsa við at geva hond, ei heldur geva klemm, og eggja øllum til at spritta hendurnar.

Frástøða er alneyðug; vit seta fleiri stólar upp, so vit betur kunnu halda frástøðu, tá vit sita í salinum, men vit kunnu nokk ikki loyva 100 fólkum inn á møti

og samstundis halda frástøðuna uppá 2m. Vit ætla tí at fylgja væl við hvussu ‘salurin fyllist’ sunnumorgunin, og um mett verður, at vit ikki kunnu loyva fleiri inn í salin

uttan at frástøðan verður brotin, so læsa vit dyrnar, so at tað ikki gerast ov nógv fólk inni og so vit eru vís í, at øll tilmæli verða hildin.

Morgunmøti verður sum vanligt stroymt, so øll eru sjálvandi vælkomin at luttaka á netinum, serliga um tit kenna tykkum ótrygg við støðuna ella um ikki ber til at luttaka av øðrum orsøkum 😊

Eftir ætlan verður bønamøtið komandi mánakvøld hildið sambært leiðreglunum.

Latið okkum standa saman í bøn fyri landi og fólki.

Harrin signi teg og varðveiti teg

Harrin lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur.

Harrin lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið (shalom)

 

Leiðslubólkurin

Morgunmøti

Schedule Varies 11:00

Nú korona-farsøttin ger um seg, hava vit fingið at vita at upp til 50 fólk kunnu samlast til Guds orð í kirkjum og samkomum. Vit eru tí noydd at avmarka okkum og hava tí gjørt hendan tilmeldingar listan.

Skrivað teg upp niðanfyri um tú ætlar tær á morgunmøtið kl 11.00.

Fært tú ikki komið, so kanst tú síggja møtið sum verður stroymt beinleiðis á www.filadelfia.fo

Event date is past

Tue, 22 Sep 2020 03:26:01 +0000 last time: Tue, 22 Sep 2020 04:26:01 +0100

Morgunmøti 17.05.2020

17-05-2020 11:00
 

Nú korona-farsøttin ger um seg, hava vit fingið at vita at upp til 50 fólk kunnu samlast til Guds orð í kirkjum og samkomum. Vit eru tí noydd at avmarka okkum og hava tí gjørt hendan tilmeldingar listan.

Skrivað teg upp niðanfyri um tú ætlar tær á morgunmøti komandi sunnudag kl 11.00.

Fært tú ikki komið, so kanst tú síggja møtið sum verður stroymt beinleiðis á www.filadelfia.fo

Event date is past

Tue, 22 Sep 2020 03:26:01 +0000 last time: Sun, 17 May 2020 11:00:00 +0100

Event Types:

Morgunmøti

10-05-2020 11:00
 

Nú korona-farsøttin ger um seg, hava vit fingið at vita at upp til 50 fólk kunnu samlast til Guds orð í kirkjum og samkomum. Vit eru tí noydd at avmarka okkum og hava tí gjørt hendan tilmeldingar listan.

Skrivað teg upp niðanfyri um tú ætlar tær á morgunmøtið kl 11.00.

Fært tú ikki komið, so kanst tú síggja møtið sum verður stroymt beinleiðis á www.filadelfia.fo

Event date is past

Tue, 22 Sep 2020 03:26:01 +0000 last time: Sun, 10 May 2020 11:00:00 +0100