Búmerki hjá Filadelfia

Søgan.

Filadelfia er ein hvítusunnusamkoma, ið hevur røtur sínar heilt aftur til 1905 í Los Angeles, har Heilagi Andin fall yvir mong trúgvandi, ið longdust eftir Gudi.

Hendan vekingarrørsla breiddi seg út um allan heimin. Til Skandinavia kom hon við norska metodistprestinum T. B. Barrat í 1906-1907.

Filadelfia samkoman var stovnað í 1972 og var salurin í kjallaranum fyrst gjørdur liðugur og tikin í nýtslu. Aftaná nógv byggiarbeiði var Filadelfia so endiliga liðugt at taka alment í nýtslu 16. september 1973. Karin og Kurt vóru flutt inn í íbúðina í erva og klárt var at halda fram á samkomuleið.

Filadelfia hevði telefonandakt, ið svaraði alt samdøgrið. Samkomulimir skiftist um at lesa eitt Guds orð inn, sum fólk so kundu hoyra við at ringja til telefonandaktina. Hetta vóru mong glað fyri serliga í seinu náttartímunum, tá fólk ikki fingu sovið, so lurtaðu tey eftir einari telefonandakt.

 

Eingir lutir